Stóra gallaveitslan hjá flogbóltinum er í Mentanarhúsinum í Fuglafirði í kvøld, har flogbóltsfólk í hópatali hugna sær í veitslulagi, nú flogbóltsveturin er av.
Millum annað hava handanir til tey bestu í farna kappingarárinum verið á skránni, og ikki óvæntað blivu tað meistaraliðini, ið fóru avstað við nógvum heiðri.
Mjølnir-kvinnurnar vunnu fimm av sjey møguligum heiðrum, og ÍF-menninir vunnu somuleiðis fimm heiðrar.
Niðanfyri sæst eitt yvirlit yvir tey bestu hjá ávikavist kvinnum og monnum.
Ársins spælari
Birgit Guttesen (Mjølnir) og Bárður Jacobsen (ÍF)
Ársins verjuspælari) og
Margit Joensen (Mjølnir) og Boban Ilic (ÍF)
Ársins hevari
Eina Stefania Kalsø (Mjølnir) og Ólavur Jensen (Fleyr)
Ársins stjørnuskot
Anna Sunadóttir Hansen (Dráttur) og Teitur Anderson (SÍ)
Ársins blokkspælari
Sóley M. Poulsen (Fleyr) og Trygvi Hansen (ÍF)
Ársins venjari
Marjun Kalsø (Mjølnir) og Boban Ilic (ÍF)
Ársins álopsspælari
Sofía Purkhús (Mjølnir) og Bárður Jacobsen (ÍF)
Ársins dómari
Jan Hentze
(Mynd: Jóannes Poulsen)