Birgit og Sofía stíla móti DM hálvfinalu

Birgit Guttesen og Sofía Purkhús kunnu í morgin vinna seg víðari til DM hálvfinaluna

Sunnudagin vann Frederiksberg Volly, við føroysku Birgit og Sofía á liðnum, 3-0 á Lyngby í fyrstu av trimum møguligum fjórðingsfinalum.

 

- Vit spældu tí fyrstu av trimum møguligum fjórðingsfinalum ímóti Lyngby sunnudagin, og vunnu tryggan 3-0 sigur.

 

Frederiksberg var annars í trupulleikum í fyrsta settið, men megnaði at venda gongdini.

 

-       Lyngby komu rópandi og við nógvari orku inn á vøllin tá dysturin byrjaði og komu faktiskt framum 6-1, äðrenn vit fingu okkara spæl í gongd, men so spakuliga komu vit upp til tær og at enda yvirhálaðu teirra stig og vunnu settið, greiðir Sofía Purkhús frá.

 

Hetta var søgan í øllum trimum settunum, men tíbetur snýr tað seg um at koma upp á 25 fyrst.

 

- Faktiskt endurtók hetta seg í hvørjum setti, at tær komu framum allar fyrst, men at enda vunnu vit øll trý settini við tveimum ella trimum stigum. Eg haldi, at vit vóru betri til at halda høvdið kalt og bara spæla okkara besta spæl. Blokkurin hjá okkum riggaði eisini sum hann skuldi, greiðir Sofía Purkhús frá.

 

-       Eg haldi tað var skeg at síggja hvussu væl og avslappað vit spældu. Fóru ongantíð í panik, ella niður við høvdinum. Tykist sum genturnar høvdu tamarhald a støðuni, so tá alt kom til alt, so vísti tað seg at verða vit sum høvdu yvirskotið, sigur Birgit Guttesen, sum sat uttanfyri vega sjúku í vikuni.

 

Í morgin verður onnur fjórðingsfinalan. Vinnur Frederiksberg Volly, so koma tær víðari til hálvfinaluna. Um ikki, so verður neyðugt við eini triði og avgerandi fjórðingsfinalu.