Birgit og Sofía taptu fyrru hálvfinaluna

Frederiksberg Volley skal nú vinna seinnu hálvfinaluna í steypakappingini

Frederiksberg Volley, við føroysku Birgit Guttesen og Sofíu Purkhús á liðnum, tapti mikukvøldið 3-1 fyri Brøndby í fyrru hálvfinaluni í steypakapingini.

 

Tær hava fyrr havt trupulleikar við Brøndby í landskappingini, men sum sett úrslitini vísa, so er talan um ein javnan dystin. Tað var tað eisini seinast Frederiksberg tapti fyri Brøndby, sum eisini liggur nummar eitt í landskappingini.

 

Bæði Birgit og Sofía vóru á vøllinum í dystinum. Frederiksberg skal nú vinna seinnu hálvfinaluna, um tær skulu hava nakran møguleika at koma í steypafinaluna.

 

Seinna hálvfinalan millum Frederiksberg Volley og Brøndby Volleyball Klub verður 19. desember í Brøndby. Birgit og Sofía skulu tó í dyst aftur sunnudagin á heimavølli móti Holte IF í landskappingini. Frederiksberg er nummar 4 av átta liðnum í bestu deildini í Danmark.

 

Frederiksberg – Brøndby 1-3

0-1         22-25

1-1         25-23

1-2         21-25

1-3         19-25