Tíðindaskriv
Hesa vikuna sýnir danska allhandakvinnan Birgitte Brodersen fram málningar á Torginum í SMS. Birgitte er útbúgvin dekoratør, og hevur arbeit við at prýða handlar og vindeygu. Eisini arbeiðir hon við blómuprýði og øðrum. Seinastu mongu árini hevur hon nýtt stóran part av frítíð síni til at mála. Hon hevur eisini havt onkrar framsýningar í Danmark. Hetta er fyrsta framsýning hennara í Føroyum, og hon gleðir seg nógv at sýna fram her.
Málningarnir hjá Birgitte eru tiknir úr hugaheiminum, og eru tí eisini rættuliga abstraktir. Litsamansetingin er ógvuliga ymiskt, og hon nýtir allar litir. Málningarnir, sum verða sýndir fram á Torginum eru í øllum støddum. Orsakað av kostnaðarmiklu flutningsútreiðslunum til Føroya, verða nógvar av myndunum, sýndar fram, akkurát sum tær eru gjørdar ? uttan rammur.
Framsýning er opin til leygardagin kl. 14.00. Birgitte at hitta á Torginum allar dagarnar meðan framsýningin er opin.
Frá mánadegnum til hósdagin er Skálkur eisini á Torginum við hópin av vørum fyri nógv niðursettar prísir.
Frá hósdegnum til leygardagin hevur HB myndaframsýning frá 70 árunum og tombola á Torginum í SMS.