Sterki verjuspælarin hjá Neistanum, Birita Wardum, veit framvegis ikki um hon kann spæla í steypafinaluni leygardagin móti Kyndli, eftir at hon fekk beinleiðis reytt kort í uppgerðini millum somu liðini í landskappingini farna vikuskiftið.
Les eisini: Tvítýddar reglur fyri leikbann
Birita Wardum fekk beinleiðis reytt kort í fyrra hálvleiki, men reglugerðin er tvítýdd, og tí er framvegis ógeitt um Birita hevur leikbann. Neistin hevur svarað hoyringsskrivinum. Nú hava Kyndil og dómaraparið eitt samdøgur at svara svarinum hjá Neistanum.
Les eisini: Reytt kort kann kosta Neistanum
Sostatt verður einki avgjørt í umstrídda málinum fyrr enn í fyrsta lagi í morin seinnapartin, sigur Ári Rouch, samskipari hjá hondbóltssambandinum.
Neistin og Kyndil møtast í steypafinaluni leygardagin. Ein dystur, sum In.fo ger nógv burturúr.