26 ára gamla, Birna í Hjøllum Hentze, sum er uppvaksin í Skopun, men sum eisini hevur ættarbond á Toftum, haðani mamman er, fekk tíðliga í summar sína útbúgving á Aalborg Universiteti. Hetta er ein 5-ára kandidatútbúgving í tí, sum rópt verður musikkterapi.
Tað eru ikki serliga nógv, sum verða upptikin til hesa útbúgving. Krøvini eru høg, og tað er trupult at sleppa ígjøgnum nálareygað. Men, Birna í Hjøllum Hentze gjørdist tíðliga sannførd um, hvørja leið hon vildi ganga. Hon hugsaði um tað, sum tónleikur kann geva menniskjum, men hevði ongan dreym um eitt lív á tónleikapalli.
Longu sum átta ára gomul byrjaði hon at spæla tvørfloytu í musikkskúlanum í Sandoynni, og meðan hon las til student, byrjaði hon triðja árið á studentaskúlanum eisini at taka MusikkskúlaMiðnám, sum tekur trý ár. Á ungum árum gjørdist hon sannførd um, at hon skuldi gerast musikkterapeutur, har hon við tónleiki og orðum kundi fáa høvi at hjálpa fólki við sálarligum avbjóðingum.
- Soleiðis helt eg fram á MusikkskúlaMiðnámi í tvey ár eftir lokið studentsprógv. Vanliga søkir tú inn á skúlan við tí ljóðføri, tú spælir, men her var eg so heppin, at Tórshavnar Musikkskúli vildi gera eina serstaka linju til mín – eina linju í musikkterapi.
Tað sigur Birna í Hjøllum Hentze, sum vísir á, at hon eftir trimum árum hevði eina fantastiska kombineraða útbúgving hjá Tórshavnar Musikkskúla – væl hjálpt av Sanne Storm, sum eisini er musikkterapeutur og arbeiðir á Psykiatriska Deplinum.
- Eg gekk bæði á tí klassisku og rútmisku linjuni, og eg hevði musikkterapi sum høvuðslærugrein við Sannu Storm sum lærara, umframt aðrar lærugreinar, sum vóru knýttar at útbúgvingini. Eg helt fram við tvørfloytuni, men á MusikkskúlaMiðnámi ganga øll eisini til klaver og til kór, sigur hon.
Birna í Hjøllum Hentze sigur, at tað soleiðis eisini var við vælvild frá Tórshavnar Musikkskúla, sum skipaði linjuna – musikkterapi - bara til hennara, at tað eftir lokna útbúgving í Føroyum eydnaðist henni at sleppa at lesa musikkterapi á Aalborg Universiteti.
- Áhugin at hjálpa menniskjum við sálarligum avbjóðingum gjøgnum tónleik birtist einaferð í fólkaskúlanum, og síðan var eg ongantíð í iva um, hvat eg vildi stremba eftir, sigur hon.
Uppundir endan av útbúgvingini á Aalborg Universiteti var hon í nakrar vikur í fjør heyst í starvsvenjing á Blákrossheiminum á Nesi, og eftir at útbúgvingin kom í hús tíðliga í summar, fekk hon beinanvegin starv á heiminum.
- Eg eri ógvuliga glað fyri hetta starvið, sum er rættiliga spennandi, men eisini ógvuliga avbjóðandi. Hetta er tað, eg havi strembað eftir, og eg eri ovfarin av, hvussu nógv gott og væl kvalifiserað fólk starvast her á stovninum.
Í sínum starvi og við sínari útbúgving arbeiðir Birna í Hjøllum Hentze við tonkum, kenslum og atferð, men í staðin fyri bara at brúka málið sum miðil, hevur hon eisini tónleikin. Hennara útbúgving er soleiðis ein flætting av musikkterapi og vanligari sálarfrøði, sum eisini fyllir rættiliga nógv.