Birna var á lívi í Hafnafirði

Íslendska løgreglan metir, at Birna ikki er tikin av døgum, fyrr enn eftir at nú leyslatni grønlendingurin er farin úr bilinum og umborð á Polar Nanoq.

Líkt er til, at Birna Brjánsdóttir framvegis var á lívi, tá tey trý, hon og grønlendingarnir báðir, komu til Hafnafjarðar í reyða Kia Rio bilinum. Tað skrivað Fréttablaðið og Vísir í morgun.

 

Kanningarnar hjá løgregluni benda á, at eingin hevur gjørt nakað við hana, fyrr enn nú leyslatni grønlendingurin er farin úr bilinum og umborð á Polar Nanoq, og hon situr einsamøll í bilinum saman við honum, sum framvegis er varðhaldsfongslaður.

 

Løgreglan heldur, at maðurin hevur gjørt seg mest inn á hana á havnalagnum í Hafnafirði millum klokkan 06.10 og klokkan 07.00 leygarmorgunin.

 

Vísir greiða frá, at vakmyndir vísa, at reyði bilurin kemur til havnina í Hafnafirði um seks-tíðina leygarmorgunin. Teir báðir grønlendingarnir fara úr bilinum, og meðan annar fer umborð, fer hin aftur í bilin.

 

Reyði bilurin koyrir síðani longur út á havnalagnum og steðgar har í út við 50 minuttir. Síðani koyrir hann avstað og er burtur inntil klokkan 11.30 leygarmorgunin.

 

Í gjár var stórt leitiarbeiði framt við Selvogsvita, har líkið av Birnu varð funnið. Løgreglan vónaði, at annað frá líkinum kundi finnast, so sum fartelefonin hjá Birnu Brjánsdóttir. Løgreglan sigur tó við íslendskar miðlar, at leitiarbeiði í gjár var úrslitaleyst.

 

Løgreglan sigur, at kanningararbeiðið gongur væl, men vil ikki siga, um hon metir seg hava nokk av prógvum móti varðhaldsfongslaða manninum. Tað er framvegis ikki greitt, um maðurin verður avhoyrdur aftur í dag. Hvat viðvíkur teimum 20 kilounum  av hassji, sum løgreglan fann umborð á Polar Nanoq og sum mett verður, at varðhaldsfongslaði grønlendingurin eigur, so sigur løgreglan, at hon ikki megnar at knýta onnur fólk upp í tað málið í løtuni.