Jákup Reinert Hansen
Hesa seinastu stóru vikuna hava vit fimm, sum eru uppstillað til biskupsvalið, gjørt eina ferð um landið. Vit hava ferðast víða gjøgnum tað mentanarliga, samfelagsliga og kirkjuliga landslagið. Tað hevur verið ein áhugaverd ferð, ja, hon hevur latið eyguni upp á slíkan hátt, at eg helt, eg skuldi siga eitt sindur frá henni í kvøld.
Leygardagin 8. sept. var fyrsti fundur hildin í Læraraskúlahøllini. Har skuldu vit hitta kirkjuráðslimir, okkara veljarar. Tá ið Læraraskúlin varð vígdur, kallaði Heðin Brú hann: “tann lærdómshøll, vit leingi bíðaðu trá.” Vit hittust í lærdómsins høgu høllum og vórðu mint á, at biskupur skal vera ein lærdur persónur, at krøv verða sett til útbúgving hansara.
At læra er at ogna sær holla vitan um sítt evni og góðar førleikar at inna sítt starv. Men lærdómur er nógv meira enn so. Sannur lærdómur er fram um nakað forvitni, evnini at undrast, hugurin at síggja eitt mál frá øllum síðum og ikki koma til nakra niðurstøðu, fyrr enn ein hevur vent hvørjum steini. Tí er tað heldur ikki rætt at flyta inn í biskupsgarðin við einum stórum kassa av lidnum meingingum og loysnum, men við opnum og fordómsfríum sinni og vilja at geva øllum málum eina góða viðgerð.
Eg fekk prógv frá Universitetinum í Århus í 1982 og aftur í 2004. Búmerkið hjá tí lærdómssetrinum er ein nýsa, sum leitar líka á botn at finna tað haldgóða støðið. Ferð okkara hevði fingið eina góða byrjan.
Næsti fundur var hóskvøldið 13. sept., tá ið vit vóru boðin í Missiónshúsið í Lorvík. Hagar streymaðu eisini kirkjuráðslimir til úr oyggjunum norðanfjørðs. Hugurin at spyrja var stórur, og meiningarnar brutust. Tað gjørdist ein lívligur fundur.
Missiónshúsið, sum vit vóru í, fekk meg at hugsa um, at fólkakirkjan er ikki bara ein guðstænasta sunnumorgun og ein hátíðarlig løta, tá ið ársins ella lívsins stóru høgtíðir krevja tað. Fólkakirkjan rúmar nógv meira enn so, so satt sum limir hennara hava nógv hjartamál og ofta taka seg saman í sjálvbodnar felagsskapir til tess at fremja tey. Vit møta eldhugaðum sálum í arbeiðinum millum børn og ung, í sjómansmissiónini, á eldrasamkomum og millum tey, ið gjørdust taparar í lívsins harða leiki. Man nakar hava tal á øllum teimum felagsskapum, sum á fólkakirkjuligum grundarlagi gera eitt tiltrongt arbeiði?
Eg kom eg at hugsa um, at ein biskupur vist kann gera sítt til at fáa í lag gott samskifti og gott samstarv við øll tey, sum brenna fyri tí góðu søkinu.
Úr Lorvík gekk ferðin til Suðuroyar. Fríggjakvøldið var veljarafundur í Gistingarhúsinum við Á í Øravík. Og tað skulu suðuroyingar eiga, at blíðir tað eru teir. “Vælkomin!” ljóðaði tað aftur og aftur, “og takk fyri, at tit vildu koma suður til okkara.”
Vit fluttu fram okkara 10 minuts-røður, soleiðis sum vit longu høvdu gjørt tvær ferðir frammanundan. Væl varð lurtað. Tað sást ikki á áhoyrarunum, at valevnini stóðu og endurtóku seg sjálvi. Vit fingu høvi at svara nøkrum fáum spurningum, og so breyt fundarstjórin av. “Gerið tykkum nú liðug,” segði hann, “tí tit skulu jú eisini hava tíð at fáa ein drekkamunn, áðrenn tit fara norður aftur við Smyrli.” Og har gingu vit so um millum allar kirkjuráðslimirnar við kaffikoppi og smákøku í hondini. Tey vildu nógv heldur sjálvi práta við okkum enn hoyra okkara innanhýsis kjak.
Vit fingu øll gott av hesum blíðskapi, og nú kappbjóðast vit um at lova, at tað skal síggjast, at vit vilja vera biskupur fyri alt landið.
Í kvøld eru vit í Miðlahúsinum. Pressan roynir at liva upp til sítt stóra endamál at umboða fólksins áhuga fyri tí, sum fyriferst í samfelagnum. Sannast má, at áhugin fyri biskupsvalinum er størri, enn nakar frammundan kundi hugsa sær, og takk fái Sosialurin fyri, at tit vildu geva almenninginum høvi til at møta valevnunum.
Kanska fyllir Fólkakirkjan meira í tí føroyska samfelagnum, enn hon ger aðrastaðni. Stiftsstjórnin er ikki bara eitt lítið grátt kontór onkrastaðni í býnum, har umsitingarligar avgerðir verða tiknar, sum tað eigur at vera á almennum stovnum. Fólkið fylgir við, fólkið vil vita, hvat kirkjan ger, fólkið lurtar eftir øllum at døma eftir kirkjunnar boðskapi.
So eigur tá biskupur at tosa reint og klárt føroyskt mál, tá hann letur munnin upp. Antin hann so gevur sína ófrávíkiligu meining til kennar í stórari yvirskrift, ella hann við smáum stavum eggjar kirkjufólkinum til at lesa ta stóru, gomlu bókina og sjálvi finna eitt svar.
Eitt stað á biskupsferðini 2007 havi eg goymt til seinast, og tað er, tí tað var tað mest óvæntaða. Fríggjamorgunin stevndi SVF okkum til kjakfundar í Sjónleikarhúsinum. Har sótu vit so sminkað í tí bjarta ljósinum og lótu okkara replikkir falla.
Yvir okkum stóð tað kenda loysunarorðið: “Til gaman og álvara.” Og eg kom at hugsa um, hvat vit sum kirkja kunnu læra av sjónleikinum. “Var tað ein góður leikur?” plaga fólk at spyrja, “flenti tú, fekk hann teg at gráta?” Men tað endar jú ikki har. Ein góður leikur fær teg at hugsa um tína egnu tilveru, at gleðast ella harmast, og til fulnar eydnast hann, tá ið hann fær teg at fara til verka, tá ið hann fær ávirkan á títt lív.
Til gaman og álvara, ella: í sorg og gleði, sum vit plaga at siga í kirkjuni. Tá ið biskupur skal hava umsjón við, at evangeliið verður rætt boðað, skal hann so ikki sjálvur ganga á odda og geva prestunum íblástur til at boða orðið so, at tey, sum hoyra tað, koma at síggja lív sítt í nýggjum ljósi?
Biskupsferðin 2007 - hin seinni í føroyskari kirkjusøgu so tiltikna biskupsferðin 2007 - fer at verða komin at enda. Enn verður okkurt at lesa í bløðunum hesa komandi vikurnar; men helst er hetta tann seinasti stóri fundurin, har øll valevnini í felag hitta veljararnar og almenningin. Síðani skulu kirkjuráðslimirnir hava frið at hugsa seg um, hvar tey skulu seta krossin, áðrenn tey lata atkvøðuseðilin inn innan 3. okt.
Eg vil takka hinum valevnunum fyri góða samveru hesar dagar. Vit hava hvør í sínum lagi roynt at lýsa okkara ymisku sjónarmið, og viðhvørt hava vit kjakast dúgliga. Tað er í fínasta lagi, tí hetta var jú tað, sum fólk vildu hoyra. Men eg haldi eisini, eg kann siga, at vit hava haft tað gott saman, og at ikki er øvugt orð fallið okkara millum. Vit hava ferðast saman fyri ta kirkju, sum stendur okkum øllum so nær.
Biskupsferðin 2007 - tann fyri meg ógloymandi biskupsferðin 2007 - fer at enda, og hvar hevur hon ikki ført okkum! Til læraraskúla og missiónshús, til gistingarhús og miðlahús, ja, enntá til sjónleikarhús. Allastaðni havi eg sitið væl og fingið nakað við mær heimaftur. Og hvussu nógv hevur henda ferð ikki ávirkað okkum! Hvat verður nýggi biskupurin: ein lærari ella ein missiónsmaður, ein vælkomin gestur, ein greiður journalistur ella ein sjónleikari? Kanska verður hann eitt av hesum, ella kanska verður hann eitt sindur av øllum hesum, av tí at tað alt býr í honum sjálvum. Eg ætli og vóni, at tit fara at kenna okkurt av hesum aftur í Fólkakirkjuni í Føroyum, tá ið vit hittast aftur í kirkju annan dag.
Takk fyri ferðina.