Biskupstorgið fáast í tráð við miðbýarætlanina

Klakvsíkar kommuna fer undir at byggja í hjartanum.

Klaksvíkar kommuna fer nú undir at fyrstu byggingina í hjartanum av nýggja miðbýnum í Klaksvík.

 

Tað er í samstarvi við Bústaðir, at Klaksvíkar kommuna nú fer undir at bygging av íbúðum við Biskupstorgið.

- Bústaðir og Klaksvíkar kommuna hava seinastu tíðina samráðst um eina byggiverkætlan í sjálvum hjartanum av miðbýnum í Klaksvík, skrivar Klaksvíkar kommuna.

 

- Tað eru umleið tríati ár síðan, at fyrsta miðbýarætlanin fyr Klaksvík varð samtykt, so talan er veruliga um eitt søguligt gjøgnumbrot, stendur at lesa í tíðindaskrivinum.

 

Heilsutrygd, Barnaverndin, NR, Sernám og Gigni í somu lon

Heilsutrygd, Barnaverndin, Námsfrøðiliga ráðgevingin, Sernám og Gigni skulu nú hústast undir somu lon. Gamli bygningurin hjá BankNordik, sum felagið Christian í Grótinum ætlar sær at keypa, skal hýsa hesum stovnunum. Klaksvíkar kommuna hevur gjørt leiguavtalu við Christian í Grótinum, við tí endamáli at tryggja virksemi hjá hesum stovnunum í Klaksvík.

 

BankNordik eisini á Biskupstorginum

BankNordik ætlar sær eisini oman í miðbýin, og eftir ætlan skal nýggja sæti teirra verða partur av Biskupstorginum. Nýggi bankabygningurin er ein partur av ætlan bankans um at verða ein sjónligur og virkin viðleikari í økinum, skriva tey í tíðindaskrivinum frá Klaksvíkar kommunu.

 

- Sostatt er her talan um fleiri aktørar - Bústaðir, P/F Tryggingarfelagið LÍV samtakið, Heilsutrygd, BankNordik, Christian í Grótinum og Klaksvíkar kommuna - sum seinastu tíðina hava samstarvað um at fáa omanfyri nevndu verkætlanir førdar út í lívið, boðar Klaksvíkar kommuna frá.

 

Alment hátíðarhald verður í miðbýnum í Klaksvík týsdagin 28. oktobur klokkan 10:00, har spakin verður settur í fyrstu byggingina í hjartanum av nýggja miðbýnum í Klaksvík.