Soleiðis sum spurningurin um samkynd hjúnalag í Føroyum, nú liggur, kunnu samkynd hjún ikki krevja at verða signað í kirkjuni.
Tað staðfestir Jógvan Fríðriksson, Biskupur.
Stórur ivi hevur verið um, antin samkynd hjún hava krav upp á at verða signað í kirkju.
Eitt, sum sáar ivan, er, at tað stendur í grein 14, stykki tvey í hjúnabandslógini, at borgarliga gift pør kunnu fáa hjúnalagið signað í kirjuni.
Hetta taka summi, sum um, at tey hava krav upp á tað, og tað hevur fingið nakrar løgtingslimir at aftra seg at atkvøða fyri málinum um at loyva samkyndum at giftast, tí teir vilja undir ongum umstøðum lóggeva samkynd hjúnalag inn um kirkjugátt.
Tí hevur talan verið um at leggja afturat lógaruppskotinum um samkynd hjúnalag, at tað skal ikki koma í gildi, fyrrenn grein 14, stykki tvey, heilt er strikað, ella broytt soleiðis, at samkynd skulu ikki kunna signast í kirkjuni.
Niðurstøðan hjá Mentamálaráðnum er, at so er allur ivi burturbeindur, tí so er tað kirkjan sjálv, sum avgerð, hvønn hon signar.
Men løgtingslimir eru ikki sannførdir, og tí hava tey spurt biskuppin um hann er samdur við Mentamálaráðnum.
Og hann svarar nú aftur og sigur, at tað er hann samdur í.
Hann vísir á, at Mentamálaráðið er ovasti myndugleikin at gera av, hvussu lógir á hesum økinum skulu tulkast, og verður grein 14, stykki tvey, strikað, fer tað at standa til kirkuna sjálva at gera av, hvønn hon signar.
Hann sigur, at allar tænastu í kirkjuni, sum krevja eitt ritual, eru viðurskifti, kirkjan sjálv skal taka støðu til. Og skal eitt ritual gerast fyri eina kirkjuliga tænastu, er biskupur fyrsta lið, og tað verður onki ritual gjørt, uttan at biskupur er við.