Biskupur: So skulu prestar signa á donskum

Biskupur sleppur ikki at steðga signing, men hann kann tvinga prestarnar at signa á donskum.

Biskupur sleppur ikki at steðga allari signing av borgarliga giftum í fólkakirkjuni, sum hann annars fráboðaði ætlanir um, eftir at broytingin í hjúnabandslógini varð endaliga samtykt á tingi. Men heldur enn at geva loyvi til at steðga allari signing, letur Rigmor Dam, landsstýriskvinna upp fyri møguleikanum um, at tvíhalda um lógarinnar tekst.

Tí sendir Jógvan Fríðriksson í dag út boð um, at nýggja lógin leggur nakrar forðingar og tí skulu mannagongdir broytast.

 

 

– Orsøkin er, at vit kunnu ikki hava eina diskriminerandi fólkakirkju, hóast Løgtingið nú hevur givið loyvi til tess. Prestar kunnu framvegis diskriminera á donskum, um teir vilja, tí hesum fái eg ikki stegða. Men eg heiti á teir um at lata vera við tí. Velja teir kortini at signa borgarliga gift, so skal tað vera á donskum, sigur Jógvan Fríðriksson, biskupur. 

 

 

- Við atliti at lógarbroytingini / nýggju lógini um hjúnalag er at siga:

 

1)      Fólkakirkjan hevur einki løggildað ritual á føroyskum, ið vit kunnu nýta við atliti at signing av borgarliga giftum hinskyndum pørum.

2)      Fólkakirkjan hevur einki løggildað ritual, ið vit kunnu nýta vit atliti at signing av borgarliga giftum samkyndum pørum.

3)      Fólkakirkjan hevur eitt danskt ritual á donskum máli, ið er løggildað við atliti at signing av borgarliga giftum hinskyndum pørum.

 

 

- Tænastuboðini eru grundað á omanfyri nevnda veruleika, at fólkakirkjan ikki hevur nakað ritual á føroyskum til signing av borgarliga stovnaðum hjúnalagi. Harafturat er løtan eitt gylt høvi at fáa viðurskifti í rættlag, ið ongantíð formliga eru skipað á føroyskum í fólkakirkjuni, sigur Jógvan Fríðriksson og heldur fram.

 

 

- Tænastuboðini steðga siðvenjuni, ið sóknarprestar hava nýtt í fleiri ár, at borgarliga gift hinskynd pør eru signað á føroyskum við rituali, ið ikki er løggildað, sigur biskupur.

 

 

- Gamla kirkjuliga fatanin av hjúnalagnum var grundfest í bíbilsku skapanarsøguni og tí hugmyndafrøði, ið gjørdist frymil fyri fatanini í kirkju og samfelag. Málsliga orðingin, at hjúnalagið “er løgfest samband millum mann og kvinnu”, staðfestir ta siðvenju og fatan, ið hevur verið ráðandi í øldir. Fólkakirkjan virkar í samfelagnum og eigur fyrisitingarliga at virka út frá tí løgfrøði, ið Føroya løgting ásetir í lógum og regluverki. Fólkakirkjan skal samstundis sum kirkja grunda sínar avgerðir við støði í Skriftini. Fyrisitingarligar leiðreglur eru t.d. Bíblian og § 266b. Nýggja løgfrøðiliga greiningin av hjúnalagnum staðfestir, at eitt hjúnalag er løgfest samband millum mann og kvinnu, kvinnu og kvinnu og mann og mann, skrivar Jógvan Fríðriksson og heldur fram. 

 

 

- Í allari kirkjunnar fyrisiting metir biskupur tað óhóskandi at diskriminera. Í ávísum førum er tað beinleiðis ólógligt at diskriminera. Fólkakirkjan skal virða øll menniskju uttan mun til trúgv, lívsfatan, kyn, upphav og húðarlit, sigur biskupur.

 

 

 

- Fólkakirkjan skal taka sær stundir at viðgera broyttu fatanina av hjúnalagnum, ið løgfrøðiliga er galdandi við tí nýggju lógini um hjúnalag, ið endaliga er staðfest á sumri 2017. Biskupur tekur neyðug stig til at tryggja, at fólkakirkjan ikki fremur ta skaðagerð móti limum fólkakirkjunnar, at vit við lógini í hondini gera okkum sek í diskriminatión. Tess vegna steðgar siðvenjan at signa borgarliga gift hinskynd pør á føroyskum við ritualum, ið ikki eru løggildað. Tænastuboðini eru galdandi alla ta tíð, inntil onnur boð verða givin, sigur Jógvan Fríðriksson.

 

 

Tænastuboðini ljóða soleiðis:

Sóknarprestunum / prestunum verður ikki heimilað at signa hjún í borgarliga stovnaðum hjúnalagi á føroyskum máli. Tænastuboðini eru galdandi bæði við atliti at borgarligari giftu av hinskyndum og borgarligari giftu av samkyndum.