Bispur kennir seg vrakaðan

Karsten Nissen, bispur í Viborg, skilir ikki, at sóknarprestarnir í Klaksvík saman við kirkjuráðnum sýta fyri, at hann skal sleppa at prædika í Christianskirkjuni á hvítusunnu

John Johannessen


Fyrst varð Karsten Nissen, bispur í Viborg, av Føroya bispi boðin at prædika í Christianskirkjuni í Klaksvík á hvítusunnu. Men síðani varð hann vrakaður av báðum sóknarprestunum og kirkjuráðnum í Klaksvík.

Hetta skilir Karsten Nissen ikki. Hann hevði glett seg at koma til Føroya og at prædika í Klaksvík. Men nú hann er vrakaður har, ætlar hann sær heldur ikki at prædika nakra aðra staðni í Føroyum. Tað undrar hann almikið, at hann fyrst verður biðin um at prædika her, men síðani biðin um at lata vera.

Orsøkin til, at sóknarprestarnir, Niels Pauli Danielsen og Hans Eiler Hammer saman við kirkjuráðnum í Klaksvík hava vrakað danska bispin er, at hann saman við restini av donsku bispunum í 1997 hevur skrivað undir eitt skjal, ið staðfestir, at danskir prestar skulu hava loyvi at staðfesta skrásett paralag millum samkynt í fólkakirkjuni.


Onga halgigerð fyri samkyntum

Bispurin í Viborg vísir á, at orsøkin til, at donsku bisparnir hava skrivað undir skrivið frá oktober 1997 er, at teir meta hetta forða fyri, at tað kemur so langt, at samkynt verða vígd í kirkjunum.

? Tað er í veruleikanum soleiðis, at samstundis sum skrivið staðfestir, at prestar kunnu halda eina guðstænastu, har samkynt paralag verður staðfest, vísir tað møguleikanum fyri at halda serliga halgigerð fyri samkyntum paralagi aftur, sigur Karsten Nissen.

Bispurin vísir á, at allir limir í fólkakirkjuni hava loyvi til at heita á prest sín um at halda eina serliga andakt í kirkjuni fyri sær. Skrivið, donsku bisparnir hava skrivað undir, staðfestir bert, at samkynt eisini hava hendan rætt, sigur hann.

Sjálvur mælir Karsten Nissen, bispur, ikki teimum 173 prestunum í stift síni til at staðfesta samkynt paralag við serligari guðstænastu. Men hann heldur tó, at hann gjørdi rætt, tá hann skrivaði undir skrivið frá 1997.


Kirkjan er fyri øll

Karsten Nissen heldur tað vera óskynsamt av føroysku prestunum, ið eisini eru limir í donsku fólkakirkjuni, at sýta donskum bispum at prædika í føroysku kirkjunum.

Bispurin vísir í hesum sambandi á, at tað ikki ber til bert at hava kirkjuna til taks fyri teimum, tú ert samdur við. Kirkjan er fyri øll.

Tað undrar danska bispin, at føroyingar, ið eru limir í somu fólkakirkju sum danir, fara so harðliga fram móti starvsfeløgum sínum. Men Karsten Nissen tekur tað kortini ikki nær, at hann er vrakaður. Hann vísir á, at slíkt eigur hann ikki at taka at sær persónliga.

Kortini harmar tað Karsten Nissen, at hann ikki slapp at prædika í Christianskirkjuni, har altartalvan er ein heilur veggur úr dómkirkjuni í Viborg, har hann er bispur.


Talan er ikki um provokatión

Niels Pauli Danielsen, sóknarprestur í Klaksvík, sigur, at kirkjuráðið í Klaksvík og prestarnir hava gjørt av at boða bispi frá, at tey ikki ynskja, at Karsten Nissen skal prædika í Klaksvík, fyri at staðfesta, at tey ikki hava somu hugsan sum danski bispurin og hansara líkar.

? Karsten Nissen vil staðfesta nakað, meðan vit ynskja at staðfesta nakað annað. So greitt er málið, sigur Niels Pauli Danielsen.

Sóknarpresturin vísir á, at tá Karsten Nissen skrivaði undir skjalið frá oktober 1997, staðfesti hann sína hugsan. Tí heldur hann, at prestarnir í Klaksvík saman við kirjuráðnum nú kunnu staðfesta nakað annað afturímóti.

Niels Pauli Danielsen ger greitt, at tað vóru seks av átta valdum kirkjuráðslimum, ið heittu á hann og Hans Eiler Hammer um at sýta danska prestinum at prædika í Christianskirkjuni.

Sóknarpresturin vil ikki siga, um hann heldur, at prestarnir í Klaksvík fáa nakað burtur úr at sýta danska bispinum at prædika.