Farið verður nú undir aftur at bjóða út arbeiðið at byggja heim í Havn til børn og ung við autismu, sigur Almannaráðið á heimasíðuni.
Ætlanin er, at farast skal undir byggingina til várs, og at heimið verður klárt at flyta inn í seinast í 2022.
Verkætlanin varð eisini boðin út í fjør, men innkomnu boðini vóru hægri enn kostnaðarmetingin, og tí varð lisitatiónin havnað.
Verkætlanin er nú umprosjekterað, og sparingar eru funnar, og tí verður arbeiðið nú bjóðað út aftur.
Bygningurin er færri fermetrar enn í upprunaligu verkætlanini, hann er einfaldari og er nú í einari hædd.
Tað er Landsverk, sum bjóðar út vegna Almannamálaráðið, og útbjóðingin fer fram á heimasíðuni hjá Landsverki 1. desember 2020.