Bjóða fólki deyðshjálp

Sveisiska sjúkrahúsið Dignitas bjóðar sær til at hjálpa fólki at doyggja, og fólk í fleiri evropeiskum londum hava fingið tilboðið frá sjúkrahúsinum, skrivar svenska blaðið Aftonbladet.

Dignitas hevur eina skipan, har fólk kunnu tekna seg sum limir. Tey rinda so eitt árligt limagjald umframt eina byrjanarupphædd. Sambært Aftonbladet hava fleiri sjúkir sviar teknað seg sum limir hjá sveisiska sjúkrahúsinum, men enn er eingin svii farin hagar at doyggja, skrivar blaðið.

Sveisiskir læknar hava loyvi at hjálpa fólki at doyggja. Tað sama er galdandi í Niðurlondum, Belgia og amerikanska statinum Oregon, men treytirnar, sum teir sveisisku læknarnir arbeiða undir, eru munandi lagaligari enn í hinum londunum. Harafturat leggja teir sveisisku myndugleikarnir seg ikki útí, at sjúkrahúsini bjóða útlendingum deyðshjálp.