Bjóða føroyingum viðgerð

Umboð fyri danska Sclerosefelagið hava verið í Føroyum og kunnað føroyingar um teir møguleikar, sum eru á donskum sclerosesjúkrahúsum

Fyri 250.000 krónur kunnu fimm føroyingar árliga fáa viðgerð fyri sclerose á donskum sjúkrahúsum. Tvey sclerosesjúkrahús eru í Danmark.

Hetta er eitt tilboð, sum umboð fyri danska Sclerosefelagið hava givið føroyskum myndugleikum. Nú er so upp til føroysku politikararnar, um tikið verður av.

Jørgen Clausen, professari, sum er nevndarformaður í danska Sclerosefelagnum, segði á tíðindafundi í Havn mánadagin, at umboðini fyri danska felagið, sum hava verið í Føroyum seinastu dagarnar, hava havt fund við embætisfólk í føroyska heilsuverkinum. Hesi vóru sera positiv, segði Jørgen Clausen, men søgdu seg verða noydd at bíða eftir eini avgerð, til landsstýrismaðurin í almanna- og heilsumálum var komin aftur úr Danmark av samráðingarferð um fullveldi.

Eisini høvdu donsku umboðini verið á Landssjúkrahúsinum og hugt at teimum møguleikum, sum har eru fyri fólk við sclerose. Tey róstu starvsfólkinum fyri ta viðgerð, tey geva og søgdu, at hon var fult á hædd við tað, danir geva. Men fysisku umstøðurnar eru ikki í námind av tí, sersjúkrahúsini í Danmark kunnu bjóða sclerosesjúklingum.

Tað kemst fyrst og fremst av, at hesi sjúkrahúsini eru burturav til sclerosesjúklingar við ørgrynni av møguleikum.


Víkingasjúka

Sclerose er sjúka, sum sett verður í samband við víkingarnar. Jørgen Clausen, formaður í danska Sclerosefelagnum, sigur, at sjúkan er at finna á teimum støðum, har eftirkomarar víkingana búgva. Í Skandinavia, Skotlandi og har á leið, og í teimum stóru landbúnaðarstatunum í USA, har norðulendskir innflytarar settust niður.

Tó er sjúkan rættiliga nýggj í Føroyum. Her var einki dømi um sjúkuna undan Seinna Heimsbardaga. Men stutt eftir krígslok vóru ikki færri enn 48 fólk skrásett við sjúkuni.

Kanningar hava víst á, at samband er millum hesi dømi og tey støð, har skotskir hermenn vóru undir krígnum. Hildið verður tí sannlíkt, at sjúkan er komin hendan vegin við hesum hermonnunum. Í dag eru 50 tilburðir av sclerose skrásettir í Føroyum.

Og hesir 50 tilburðirnir svara væl til tað, hagtølini aðrastaðni eisini vísa. Títtleikin er ein av túsund íbúgvum, siga hagtølini.

Ofta verður sjúkan staðfest hjá fólki í 20 til 40 ára adri, men kann tó vísa í øllum aldri. Sjúkan ávirkar nervaløgini og lammar so teir partar av kroppinum, sum eru stýrdir av teimum nervum, sum sjúkan rakar. Soleiðis er eingin eintýðug lýsing sum so. Hvør einstakur sjúklingur hevur í grundini sítt heilt privata dømi av sclerose.

Tey eyðkennini, sum tó oftast eru at síggja, eru niðursettur førleiki, javnvágstrupulleikar, følilsið versnar, sjónin viknar, trupulleikar við vatninum, seksuelli hugurin minkar, og mental frávik.


Hjálp finst

Tað ber til at hjálpa sclerosesjúklingum, hóast teir ikki verða grøddir. Og nógv verður eisini gjørt fyri at sjúklingarnir skulu fáa tað so gott sum gjørligt.

Sjúkan rakar, sum sagt, ymiskt frá persóni til persón, og tí ber ikki til at leggja eina generella viðgerðarskrá. Tað má gerast eftir tørvinum hjá tí einstaka.

Og her hava tey bæði donsku sclerosesjúkrahúsini framúr góðar møguleikar, sum føroyskir sjúklingar eisini eiga at fáa nyttu av, sigur Jørgen Clausen, formaður í Danska Sclerosefelagnum.

Hóast bíðilisti er at sleppa inn á hesi sjúkrahúsini, hava tey kortini valt at bjóða føroyingum fimm pláss árliga. Føroyinar hava fyrr fingið viðgerð á hesum sjúkrahúsum, men tann møguleikin fór við kreppuni, sum var.

Hinvegin er dømi, har maður hevur sett hús og heim í veð fyri lán, so hann slapp á danskt sjúkrahús til viðgerð. Og tað halda tey í danska felagnum ikki, at føroyingar eiga at bjóða hesum fólkunum. Tí komu tey hendanvegin við hesum tilboðnum, har tey bjóða fimm føroyingum árliga í viðgerð fyri eina kvart millión.

Ikki tí at teimum tørva sjúklingar at fylla sengurnar. Bíðilisti er sum sagt. Men tí tey meta, at sami rættur til viðgerð skal vera galdandi fyri allar sjúklingar.