Tað er í sambandi við nýggju útstykkingina í Leitinum í Saltangará, har 59 grundstykkir eru sett av til sethús, at Runavíkar Kommuna hevur sett sjey størri grundstykkir av til íbúðarbygging.
Stykkini eru millum 1.200 og 1.800 fermetrar til víddar, og tey liggja ovast í nýggju útstykkingini. Tilsamans er talan um eina samlaða vídd á 10.500 fermetrar, sum eru settir av til íbúðarbygging í Leitinum.
Tey 7 stykkini eru ymisk í formi og stødd. Øll stykkini eru útgrivin og uml. 60 til 70 % av hvørjum stykki er grovplanerað til áseting av bygningi.