- Vit eru í ferð við at fyrireika at taka ímóti teimum ungu í Hoyvík mánakvøldið 15. mars, og her verður nógv spennandi á skránni. Innihaldið er næstan klárt, og ein fullfíggjað skrá verður kunngjørd í komandi viku. Har verður bæði tónleikur og ymiskar kappingar, sigur Levi Mørk, býráðslikur í Havn, sum eisini er leiðari á Frítíðarskúlanum í Hoyvík.
Tiltakið er ætlaði øllum ungum 13 og 18 ár. Opið verður frá klokkan 18 mánakvøldið til klokkan 22.
- Vit hava arbeitt hart við at fyrireika og arbeiða framvegis við fullari ferð, sigur Levi Mørk, sum longu nú kann avdúka, hvat tey ungu kunnu vænta.
- Vit hava teldur, har møguleiki er fyri at linka, og tey ungu mugu fegin taka egna teldu við. Eisini fara vit at gera café, har spurnakapping verður. Annars hava vit tónleikarúm, fylgisveinasjónvarp, playstation, og eisini verður tónleikur á skránni, har bólkur fer at spæla. Vit fara eisini at selja ymiskt góðgæti og sodavatn, sigur hann.
- Vit hava eisini fingið ítróttarhøllina í Hoyvík til ymiskt itróttarvirksemi mánakvøld. Hetta byrjar í apríl, sigur Levi Mørk, býráðslimur og leiðari fyri Frítíðarskúlanum í Hoyvík, sum frøist um, at hetta verður sett í verk. Hann heldur fyri, at hetta er ein stórur sigur fyri ungdómin í Hoyvík, har fólkatalið og harvið barnatalið alsamt vekstur.