Bjóða ungum arbeiði í summar

Mánadagin kunnu ung í Havn kunnu tekna seg til verkætlanina ?Ung í arbeiði?, har tey kunnu fáa arbeiði í fýra vikur í summar Tað hevur verið fastur siður í Havn, at ung sleppa at gera ymiskt fyrifallandi arbeiði fyri at fríðka um kommununa um summarið.

Arbeiðið verður skipað soleiðis, at tey ungu sleppa til arbeiðis tvær vikur í part, svarandi til 80 tímar.

Kommunan sigur, at umsøkjararnir skulu vera millum 14 og 16 ár og búgva í Tórshavnar kommunu. Men er onkur, sum eitt nú gongur í skúla aðrastaðni og flytur aftur til kommununa í summarfrítíðini, kann viðkomandi eisini søkja.

Tilmeldingin á heimasíðuni www.torshavn.fo byrjar mánadagin 25. mai klokkan 8 og er úti fríggjadagin 5. juni.

Ein serlig tilmeldingarskipan er gjørd til heimasíðuna, har tey ungu skulu útfylla ávísar teigar, og eftir lokna tilmelding verður lutakast um, hvør fær kjansin hesa ferð.

? Tíverri hava vit vanliga ikki pláss fyri øllum, sum melda seg til. Men hesa ferð er skipanin soleiðis, at tey, ið ikki fingu arbeiði síðsta summar, í størst møguligan mun fáa framíhjárætt, so tey fáa arbeiði hesa ferð.

Tó vilja vit heita á øll ung, sum annars ganga undir treytirnar, um at søkja, sigur Linda Petersen, sum er samskipari av verkætlanini ?Ung í arbeiði?.

Eisini verður søkt eftir bólkaleiðarum, ið kunnu standa fyri arbeiðinum hjá teimum ymsu bólkunum.

Kommunan sigur, at fólk eru vælkomin við uppskotum um, hvat kann gerast av arbeiði í teirra nærumhvørvi.

Meira um tiltakið á www.torshavn.fo