Bjóða vetrinum av í føroyskum troyggjum

1. kvinnulið hjá VB hava allar fingið sær føroyskar troyggjur at ganga í, uttan á teimum tunnu ítróttarklæðini, sum onga lívd geva ímóti tí kalda vetrinum.

Hondbóltskvinnurnar hjá VB hava nú tikið verulig stig til at bjóða tí kalda vetrinum av:

Tær hava allar fingið sær klæðir úr føroyskari ull frá Suðuroyar Ullavirki.

Tær, sum spæla hondbólt, noyðast mangan at ferðast bæði langt og longi kring alt landið til dyst.

Og tá er kuldin ofta ein trupulleiki, ikki minst tá ið bíðast skal eftir bussi ella ferju.

Tey tunnu ítróttarklæðini geva ikki nógva lívd ímóti kuldanum.

Og tí hava vágskvinnurnar nú gjørt av at fáa sær heit pløgg úr føroyskari ull at ferðast í.

Tær hava allar bílagt sær klæðir frá Suðuroyar Ullarvirki, og beint fyri dystin ímóti Neistanum sunnudagin, fingu tær klæðini.

Ymiskt er, hvat tey hava valt sær, onkur vildi hava heila troyggju, onkur annar opna troyggju, og uppaftur onkur triðja ein stuttan frakka. Summi fingu sær eisini húgvu.

Og pløggini eru eisini í ymsum litum, summi hvít, onnur grá og okkurt myrkamorreytt.

Tey valdu ymisk pløgg og ymsar litir fyri at vísa úrvalið hjá ullavirkinum.

Men felags fyri øll pløggini er, at tey eru úr berari, føroyskari ull, sum hvørki er litað, ella uppá nakran annan mátaviðgjørd við evnafrøðiligum evnum.

Og so bóðu vit eisini VB kvinnurnar vátta ella avsanna tað, sum ofta verður sagt um føroyska ull-at hon stingur

Nei, hon stingur ikki, siga tær. Tann einasta, sum var eitt sindur varin, var útlendski venjarin, sum noktaði blankt at fara í eina føroyska troyggju.

Men hon læt seg kortini lokka royna eina.

Og tað varð nóg mikið til at sannføra hana um tað øvugta.


Undirklæðir til Grønlands

Árni Brattaberg sigur, at tað hevur gingið framá á ullarvirkinum, síðani tað byrjaði fyri einum tveimum árum síðani.

? Men tað gongur spakiliga, tí tað vísir seg at verða ómetaliga trupult at fáa føroyingar at brúka sítt egna, sigur hann.

? Tískil er sølan enn ov lítil, hóast tað nú so smátt er farið at løna seg.

Okkurt smávegis verður eisini útflutt nú.

Eitt sindur er sent til Danmarkar.

Men sum nakað nýtt hevur ullarvirkið eisini sent undirklæðir til Grønlands.

Og nú um dagarnir eru boð komin úr Grønlandi at biðja um nógv fleiri undirklæðir.

At grønlendingar vilja hava føroyska ull til undirklæðir, er í hvussu so er ikki tekin um, at tey stinga.

Tey eru mest til fólk á flakavirkjunum.

Ull hevur Ullavirkið í Vági nóg mikið av, tí hetta er einasta ullarvirkið í landinum -fyri ikki at siga í allari verðini- sum tekur ímóti føroyskari ull.

Árni Brattaberg ásannar, at prísurin er ikki nakað serligur.

? Men tað er eitt samspæl ímillum søluna av pløggum og avreiðingarprísin á ull. ? Fáast føroyingar í størri mun at ganga í pløggum úr føroyskari ull, hevði tað eisini ávirka avreiðingarprísin, so at hann kundi hækka, sigur Árni Brattaberg.

Í løtuni eru eini 10 fólk knýtt at ullarvirkinum, eini fimm eru á sjálvum virkinum, men nøkur sita eisini aðrastaðni og seyma fyri virkið.