Bjóðar øllum á aðalfund hjá Tryggingarfelagnum Føroyar

Ognarfelag Tryggingartakaranna hevur aðalfund fríggjadagin í næstu viku. Eigarar eru øll, sum hava trygging hjá Tryggingarfelagnum Føroyum. Hesir tryggingartakarar eru tey, sum eiga alt, ið tryggingarsamtakið eigur, eisini Eik Banka.

Men tað er ein av teimum 23 umboðsráðslimunum, Andrass Skaalum, sum bjóðar til aðalfundin í skrivi, hann hevur sent miðlunum.

Sambært Andrassi Skaalum, so er luttøka á aðalfundi treytað av, at limurin í seinasta lagi fimm dagar framman undan aðalfundinum hevur boðað frá luttøku, og hetta skal hann gera skrivliga til høvuðsskrivstovuna. Seinasta freist at boða frá luttøku er komandi sunnudag 6. mars. Andrass Skaalum hevur sjálvur gjørt eina heimasíðu, har tryggignartakararnir kunnu boða frá luttøku, heimasíðan sæst við at TRÝSTA HER.

Skráin fyri aðalfundin, smb. § 17 í viðtøkunum, er henda:

1. Frásøgn nevndarinnar um virki felagsins í farna roknskaparári.

2. Framløga av grannskoðaðum ársroknskapi til góðkenningar og hvussu møguligt avlop ella

tap, sambært roknskapinum, verður nýtt, sí § 29, stk. 3.

3. Val av nevndarlimum

4. Val av grannskoðarum, ið sita til næsti vanligi ársaðalfundur er lokin.

5. Møgulig uppskot, ið nevndin, stjórnin ella umboðsfólk ynskja at viðgera.

Innkomin eru uppskot at broyta viðtøkurnar um:

? Val til umboðsráðið.

? Valskeiðið.

? Valbæri fyri nevndarlimir.

6. Ymiskt

Andrass Skaalum vísir í skrivi sínum á, at í ár skulu nevndarlimir velast. Sambært galdandi viðtøkum verða teir valdir fyri fýra ár. Nevndarval er annaðhvørt ár.

Viðtøkurnar fyri Ognarfelag Tryggingartakaranna eru frá 2003 og eru bert broyttar eina ferð áður, tað var í fjør, tá talið av grannskoðarum fór frá tveimum niður til ein.

Til aðalfundin hesaferð eru uppskot aftur um at broyta viðtøkurnar, hesaferð viðvíkjandi vali til umboðsráðið, valskeiðið og valbæri fyri nevndarlimir.

Mannagongdin til valið til umboðsráðið er, at bert teir limir, sum biða høvuðsskrivstovuna um ein atkvøðuseðil, sleppa at velja. Vanligt er so, at valevni fáa høvuðsskrivstovuna at senda atkvøðuseðlar út til sínar stuðlar, meðan tey allar flestu als ikki nýta sín demokratiska rætt at velja, tí tað av Tryggingarfelagnum verður gjørt so trupult.

Andrass Skaalum sigur, at í seinasta lagi átta dagar framman undan hvørjum aðalfundi skal dagsskrá og tey fullfíggjaðu uppskotini - og somuleiðis fyri vanliga aðalfundin, ársroknskapur við grannskoðaraátekningum, verða løgd fyri limirnar á høvuðsskrivstovu felagsins.

Frá hósdegnum 3. mars kunnu limir sostatt venda sær til høvuðsskrivstovu felagsins í Tórshavn at kunna seg við hesi viðurskifti.

Aðalfundurin í Ognarfelag Tryggingartakaranna verður altso fríggjadagin 11. mars klokkan 17 á Hotel Føroyum, og øll, sum hava eina trygging hjá Tryggingarfelagnum Føroyar kunnu møta. Men tey skulu altso boða frá luttøku fyrst, og tað skal gerast áðrenn mánadagin og kann gerast á hesari slóðini: TRÝST HER.