Starvsskifti
Reidar Nónfjall, fráfarandi strandferðslustjóri, fer at bjóða seg fram sum ráðgeva í privata vinnulívinum. Onkur áheitan er komin, sigur hann, men eingin ávísur stólur stendur og bíðar honum nakrastaðni.
Tað kom eitt sindur óvart á fólk, tá stjórin á Strandfaraskipum Landsins týsdagin boðaði frá, at hann hevur biðið um at verða loystur úr starvinum.
Gitingar fóru beinanveg í gongd um, hvar hann mundi fara, og nærliggjandi var at hugsa, at hann kanska fór at gerast komandi stjórin á Føroya Fiskasølu.
Men hesum gitingum vísa bæði nevndarformaðurin á Fiskasøluni, Hákun Steingrímsson, og Reidar Nónfjall sjálvur frá sær.
?Tað hevur als ikki verið upp á tal, og tað fer ongantíð at henda heldur, svarar Reidar Nónfjall av gjørdur spurninginum.
Hann letur tó skilja, mestsum millum reglurnar, at hann hevur í huga at fara undir eitthvørt ráðgevingavirksemi.
Vinnuliga undirvísing kallar hann tað og rør líkasum uppundir, at talan væl kann fara at verða um eitt sjálvstøðugt ráðgevingarvirki.
Nýggjur kapittul
?Eg havi býtt lívið í kapitlar ásannandi, at tað er ikki so øgiliga langt, sigur Reidar Nónfjall og nevnir í tí sambandi tveir teir seinastu kapitlarnar, ið verið hava. Tíðina hann starvaðist í umsitingini í Tinganesi og tíðina sum strandferðslustjóri.
?Nú eri eg vorðin 40 ár, og meti tíð vera at blaða víðari til næsta kapittul, sigur Reidar Nónfjall. Eg haldi, at eg eigi at gera tað nú, meðan eg enn eri førur fyri at taka við nýggjum avbjóðingum. Eg havi fylgt við, hvat hendir við mær sjálvum og rundan um meg, og eri komin til ta niðurstøðu, at tað er nú, skiftast skal.
?Eg havi tikið nógvar avgerðir í mínum starvi, og nú var so tíðin komin til at taka eina avgerð um mín egna persón, sigur fráfarandi strandferðslustjórin.
Hann sigur, at tað, hann er á veg til, er ikki nakað, sum líkist hesum starvinum, hann nú fer úr. Tað eru heilt aðrar vinnugreinar, sum talan er um. Og kortini roknar hann við, at júst royndirnar á Strandferðsluni skulu kunna brúkast í víðari virki hansara.
Hóast hann nú fer úr stjórastarvinum á Strandfaraskipum Landsins, sigur hann seg vera fúsan at standa til taks hjá stovninum, um brúk verður fyri honum. Hann vil fegin kunna hjálpa sínum eftirmanni ávegis, sum hann tekur til. Millum annað við at fortelja honum, hvussu ein yvirlivir í eini slíkari skipan sum hesari.
Spennandi og strævið
At leiða ein stovn sum Strandfaraskip Landsins er bæði spennandi og strævið, ásannar Reidar Nónfjall. Tað stendur nógv á viðhvørt. Serliga fyrsta tíðin í stjórastarvinum var øgiliga tyngjandi persónliga, sigur hann.
Seinni er tað komið í fastari legu, og í dag metir hann, at hann hevur rokkið teimum málum, hann fyri umleið seks árum síðan sum nýsettur stjóri setti sær. So er bara eitt at gera, og tað er at fara at leita eftir nýggjum málum. Tey síggjast nú úti í sjónarringinum, og hann hevur loyst og er á ferð móti teimum.
Bygnaðurin á Strandferðsluni við eini trýbýttari samferðslu, sum kortini skal vera ein eind, er genialur, sigur Reidar Nónfjall. Men tað er tungt at skula hugsa í trimum brotum alla tíðina. Tú skal reka eitt ferjureiðarí, eina bussfyritøku og eina lastbilafyritøku samstundis.
?Men tað hevur borið til, og er nú komið í so mikið trygga legu, at eg meti mína uppgávu her vera avgreidda, sigur hann.
Reidar Nónfjall skal sambært uppsagnarfreistina sita í starvinum til nýggjárs. Men hann hevur heitt á arbeiðsgevaran, sum er landsstýrismaðurin við vinnumálum, um at sleppa fyrr úr starvi. Samráðst verður nú um hetta, sigur hann.