Bjóðar teimum stóru av

Í okkurt um hálvtannað ár hevur Toni Dam í Havn við fyritøku sínari Import.fo innflutt vindeygu, hurðar og tílíkt beinleiðis úr Litava. Áhugin fyri vørunum hjá Import.fo er støðugt vaksandi, og um dagarnar lat Import upp í egnum hølum.

Toni Dam sigur, at tá ið hann sjálvur fór undir at byggja síni egnu hús fyri nøkrum fáum árum síðani, fór hann at kanna, hvussu hann kundi fáa dygdargott tilfar fyri ein bíligan penga, og tað var á henda hátt, at hann fekk áhuga fyri at innflyta serliga vindeygu og hurðar til landið beinleiðis frá framleiðara.

Fór sjálvur til Litava
Tá ið Toni Dam av álvara fór undir ætlanirnar um at innflyta byggitilfar, fór hann at kanna, hvagani hann kundi fáa bestu vøruna fyri bíligasta peningin. Hann vendi sær til danskar innflytarar og útflytarar av vindeygum og hurðum, og teir søgdu honum, at skuldi hann hava eina dygdargóða vøru fyri ein bíligan penga, so var at fara til framleiðarar í Litava.
Tað var júst tað, ið Toni Dam gjørdi. Ein dag fyri okkurt um hálvum øðrum árum síðani pakkaði hann kuffertið og legði leiðina eystur til Litava. Har fór hann á vitjan hjá framleiðara av vindeygum og hurðum, sum høvdu røttu góðkenningarnar og garanti. Tá ið so litaviska fyritøkan eisini vildi gera neyðugu tillagingarnar, so at vindeyguni og hurðarnar kundu standa seg í serliga føroyska veðurlagnum, var Toni sannførdur um, at hetta var rætti veitarin hjá honum.

Beinleiðis frá framleiðara til keypara
Tað serliga við fyritøkuni hjá Toni Dam, Import.fo, er tað, at hon hevur onga goymslu, vørubil, pakkhús ella slíkt, ið leggur eyka kostnað á vøruna.
- Á henda hátt sleppi eg undan dýrkandi millumliðum, soleiðis at eg kann bjóða møguligum keyparum ein góðan prís fyri vørurnar, ið eg havi at bjóða, sigur Toni Dam.
Tað vil siga, at Import.fo ikki hevur nakra goymslu av vindeygum og hurðum, men bíleggur tað heim í hvørjum einstøkum føri. Við teimum flutningsmøguleikum, ið vit hava í dag, ger hetta ikki stórvegis, tí tað ber til at fáa vøruna heim innan eina viku, sigur Toni Dam. At Import.fo ikki hevur nakrar útreiðslur av bilum, pakkhúsi, goymslu og øðrum ger eisini sítt til, at tað ber til hjá fyritøkuni at bjóða størri fyritøkum á føroyska marknaðinum av, heldur Toni Dam.
Import.fo hevur sum so heldur ikki gjørt tað stóra við marknaðarføring, tí størsti denturin hevur verið lagdur á at kunna um fyritøkuna og vøruúrvalið á heimasíðuni hjá fyritøkuni, www.import.fo, og tað hevur eydnast væl, sigur Toni Dam.
- Tað eru nógv fólk, ið vitja heimasíðuna, og hon er líkasum andlitið hjá fyritøkuni út eftir, og ein stórur partur av viðskiftafólkunum hava vitjað á heimasíðuni, áðrenn tey venda sær til mín, greiðir Toni Dam frá.
Sjálvur leggur Toni Dam tó stóran dent á tað persónliga samskiftið við kundan, og hann heldur tað verða umráðandi, at kundin veit, hvør persónurin er, sum hann keypir og samskiftir við. Hóast nógvir kundar sum áðurnevnt koma í samband við Import.fo umvegis alnótina, so roynir Toni Dam tó altíð at fáa í lag eitt persónligt samskifti við kundan.

Høg góðska
Fleiri seta ivaleyst spurnartekin við vindeygu og hurðar, sum eru innflutt úr Litava, men tað er ongin orsøk til tess, sigur Toni Dam. Hann sigur, at vindeyguni og hurðarnar eru av sera høgari góðsku, og tey hava allar hugsandi góðkenningar.
Í mun til nógv av teimum vindeygum, sum vit kenna her á landi, so eru vindeyguni úr Litava í nógv størri mun framleidd við hond. Sum dømi um hetta nevnir Toni Dam eisini, at ístaðin fyri vanligan gummilista millum glas og glaslistar, so verða øll trævindeyguni fugað við hond bæði innan og uttan, og hetta hevur við sær, at tey eru serstakliga tøtt, sigur hann.
Sum sagt flutti Import.fo í nýggj høli, har skrivstova og framsýning av vørunum er, og tey hølini eru í Skotarók 3 í Havn. Opið er dagliga frá klokkan tíggju á morgni til hálvgum fimm seinnapartin, sigur Toni Dam. Somuleiðis ber til at vitja leygarmorgnar í hølunum hjá fyritøkuni.