Løgtings- og landsstýrisfólk hava telefonstuðul og stuðul fyri at búgva uttan fyri meginøkið og ikki minst fría ferðing við skipum landsins, her átti at verið nakað at farið eftur, áðrenn farið verður til fiskimannin.
Landsstýrismaðurin í fíggjarmálum og hansara floksformaður síggja bert flísina í eyganum á fiskimanninum og ikki bjálkan í teirra egna eyga, síggja ikki teirra egna stuðul úr landskassanum.
Fiskimaðurin er tann einasti samfelagsbólkur, sum fer til arbeiðis við dýnuni undir arminum, men so lítla virðing fær hann fyri sítt strev og stríð, at hann verður mest sum jagstraður alla tíðina av embætismonnum og ávísum politikkarum fyri ein skattafrádrátt, hann hevur fingið og sum flest øll hini hava, men sum eitur okkurt annað, so sum frían arbeiðsbúna, bil o.s.f.
Grannalondini hjá okkum bjóða fiskimanninum nógv betri sømdir enn Føroya land, teir seta meira prís upp á fiskimannin og hansara arbeiði enn Føroya land ger, tað verður kanska tann vegin fleiri av okra sera dugnaligu fiskimonnum fara, føroyski fiskimaðurin er ein nógv efturspurd arbeiðsmegi allastaðni og hevur ongar trupuleikar at sleppa umborð á útlensk skip, so kunnu hini, sum hava so ilt av skattafrátti fiskimannsins, mannað føroysku skipini, so fáa okur at síggja.
Kann bert siga, hvat var Føroya land fátækt uttan fiskimannin.