Á seinastu Oyggjaleikunum vann Bjørk Herup Olsen trý heiðursmerki, men hon verður ikki við á Oyggjaleikunum á Bermuda.
Orsøkin er, at hon hevur drigist við skaða í longri tíð og fær ikki vant, sum hon skal.
- Eg havi havt ein skaða í fótinum síðani november í fjør. Í vár bleiv tað betur aftur, men ongantíð heilt gott. Tá ið skaðin nú versnaði, valdi eg at geva avboð til Oyggjaleikirnar, sigur Bjørk Herup Olsen.
- Tað eru bert 10 vikur til leikirnar, eg fái ikki runnið í løtuni, og tí haldi eg tað verða best ikki at luttaka, sigur hon.
Bjørk hevur verið búsitandi í USA seinastu árini, og har hevur hon gjørt nógv við renningina. Tì kundi hon avgjørt kappast um heiðursmerki á Oyggjaleikunum í summar.
- Eg eri sera kedd um støðuna, men soleiðis er tíanverri onkuntíð, og tað ber ikki til heilt at missa mótið. Nú er bert eftir at fáa fótin heilt frískan og kláran til aðrar kappingar fyri framman, sigur Bjørk.