Bjørk kann vera nøgd

Bjørk Herup Olsen var bara trý sekund frá síni bestu tíð, tá hon rann 1500 metrar sunnudagin og endaði sum nummar 10

Unga Bjørk Herup Olsen kom á mál við tíðini 4 minuttir og 54 sekund, tá hon hevði lagt 1500 metrar aftur um bak á leikvøllinum á Kallipateira skamt uttan fyri Rhodos-bý. Henda tíðin rakk til eitt tíggjunda pláss av, og hóast hetta ikki er ein plasering havnardaman er von við, so kann Bjørk Herup Olsen bara vera vælnøgd við sítt avrik.

Tað er nevniliga so, at besta tíð hennara áður er 4 minuttir og 51 sekund, og undir givnu umstøðum á Rhodos, er tað eitt frálíkt úrslit hjá unga rennaranum úr Havn.