Bjørk setti nýtt føroyskt met

16 ára gamla Bjørk Herup Olsen tók níggju ára gamalt met, tá FM á breyt var á Svangaskarði í gjár

Bjørk Herup Olsen er nógv tann besti kvinnuligi rennarin, vit hava í Føroyum. Hetta hevur hon prógvað ferð eftir ferð, og tað gjørdi hon aftur sunnudagin, tá FM á breyt var á Svangaskarði. Sum einasti luttakarin á 5000 metra teininum var ikki nógv at kappast við, men tað tóktist ikki at ávirka hugin hjá ungu havnardamuni at stremba eftir einum góðum úrslitið. Og úrslitið varð gott, tað besta nakrantíð og betri enn tað, Sunnuva Bjarnastein fekk, tá hon á Oyggjaleikunum í Gotlandi tann 30. juli í 1999 setti føroyskt met við tíðini 19.01,1.

Í gjár bøtti Bjørk Herup Olsen upp á hesa tíð. 18.53,1 var hennara tíð, og tað er átta sekund skjótari enn gamla metið. Hetta upplýsir heimasíðan hjá frælsum ítrótti í Føroyum.

Úrslitið verður ikki minni flott og áhugavert, tá Bjørk Herup Olsen frammanundan hevði runnið og vunnið 800 metra teinin við tíðini 2.46,5.


Tríggjar kvinnur í trimum kappingum

Kvinnurnar runnu eisini bæði 100 og 200 metrar. Mona Breckman og Karina Petersen vóru luttakararnir í 100 metrum, og tær báðar komu á mál við ávíkavist 14,8 og 15,6 sekundum.

Á 200 metrum vóru tað somu luttakarar, og her brúkti Mona Breckman 31,9 sekund um teinin, meðan Karina Petersen nýtti 33,2.

Karina Petersen rann eisini 800 metra teinin, og her hevði hon tíðina 2.52,1, sum var sløk seks sekund meiri enn Bjørk Herup Olsen. Tær báðar vóru annars saman við Mona Breckman einastu luttakararnir í tilsamans trimum kappingum.


Gottorm fremstur

Menninir runnu eisini somu teinar sum kvinnurnar. Og á sama hátt sum hjá kvinnum á 5000 metra teininum, var vinnarin júst tann, sum væntað var frammanundan. Guttorm Sørensen rann fimm kilometrar við tíðini 17.37,6, sum var sløk 21 sekund skjótari enn Jan Elmar Sørensen, sum gjørdist nummar tvey við tíðini 17.58,2. Hallur Holm gjørdist nummar trý við tíðini 18.03,6.

Hóast fremstur var tíðin hjá Guttormi Sørensen á breytini á Svangaskarði langt frá eins góð og á ólavsøku, tá hann brúkti 16 minuttir og 44 sekund um sama tein á Skálatrøð.

Næst longsti teinurin var 800 metur. Hesa kapping vann Jóan Karl Joensen við tíðini 2.08,1. Eftir hann komu Djóni Højgaard og Jan Elmar Sørensen, sum brúkti ávíkavist 2.11,8 og 2.25,6 um teinin.


Tvær ferðir Nicolaj Falck

Á teimum báðum stytstu teinunum var sigursharrin tann sami. Nicolaj Falck var fremstur bæði í 100 og 200 metra teininum. Á stytra teininum brúkti hann 11,8 sekund, meðan hann á longra strekkinum brúkti 24,2 sekund.

Teir, sum vóru næstir Nikolaj á 100 metrum, vóru Daniel Djurhuus Rein og Rógvi Højgaard, ið báðir høvdu tíðina 12,5 sekund. Á 200 metrum var tað aftur Daniel Djurhuus rein, ið var Nicolaj næstur við tíðini 25,5, og eftir hann kom Jóan Karl Joensen við tíðini 25,6.


Longdarlop

Tað var annars ikki bara renning á skránni á Svangaskarði sunnudagin. Kappast var eisini í longdarlopi, har tríggir luttakarar vóru við – ein kvinna og tveir mans. Randi Kúrberg hevði sítt longsta lop í fjórðu roynd síni, tá hon leyp 3,63 metrar. Longsta lopið hjá monnum átti Daniel Djurhuus Rein. Hetta var 5,74 metur, meðan kappingarneyti hansara Rógvi Højgaard leyp 5,69 metur, tá hann leyp sítt longsta lop.

Annars lata fyrireikararnir væl at kappingini. Líkindini at kappast vóru góð og luttøkan tað sama, um samanborið verður við seinnu árini.


Myndatekstur:

Bjørk Herup Olsen skrivaði søgu sunnudagin, tá hon rann 5000 metrar skjótari enn nøkur kvinna hevur gjørt í Føroyum áður

Savnsmynd