Bjørk hevur vant miðvíst seinastu tvey árini og hevur hóast unga aldurin, sett rættuliga nógv føroysk met á teinum millum 800 m og 10 km hja kvinnum. Av tí at Føroyar ikki eru blivin limir í altjóða sersambandinum fyri frælsan ítrótt, og undir verðandi umstøðum ikki kunna gerast limir, er einasti møguleiki hjá føroyskum íðkara at luttaka í millumlanda kappingum, at verða úttikin til danska landsliðið. Hetta hevur Bjørk Herup Olsen úr Bragdinum sum tann fyrsta megna, tá hon bleiv úttikin til at verða partur av dansk/íslenska landsliðnum í samband við norðurlendskan landsdyst í Bergen 16.-17. august í ár. Hóast landsliðið er eitt felags danskt/íslendskt lið, so var tað føroyingurin Bjørk sum átti bestu tíð á 3.000 m teininum.
Tað sum er vert at hava í huga tá ein sær úrslitini hjá Bjørk í kappingum uttanlanda, er at hon hevur vant á vegnum og á rennibandi, meðan hennara kappingarneytar allar hava vant á breyt. Tí er tað vantandi at hon kemur at takað enn eitt stórt stig framá tá Tórsbreyt verður tikin í nýtslu og hon sostatt fær líknandi umstøður sum kappingarneytarnir, skrivar www.athletics.fo