Bjørn ein skandala fyri føroyska fiskivinnu

Er ætlanin at revsa teir, ið vinna eitt oyra burtur úr fiskivinnuni, átti hetta at verið gjørt við eini broyting í skattalógini. Eg síggi als onga meining í teimum útmeldingum, sum koma frá fiskimálaráðharranum um, at taka fiskiloyvini frá skipunum, sjálvt um tað so ikki verður fyrr enn um 10 ár. Tí hvør banki vil fíggja okkara fiskivinnu við teimum treytum, sigur Tummas Justinussen, reiðari og vinnulívsmaður.

Málið um Atlantic Navigator hevur skapt eina ávísa røring innan føroysku fiskivinnuna. Nógvir reiðarar síggja hetta sum bara fyrsta dømi um eina størri útflagging av okkara fiskiflota. Og ein teirra, sum er ógvuliga bersøgin um støðuna, er Tummas Justinussen, reiðari og vinnulívsmaður.
- Eg síggi als onga meining í tí, sum verður ført fram av fiskimálaráðharranum. Er alt rumblið skapt av tí eina døminum, har Ejler Jacobsen fekk nakað av vinningi fyri sítt lívsverk, so er hetta avgjørt ikki rætti mátin at tackla tann trupulleikan, sigur Tummas Justinussen.
Hann vísir á, at skulu forðingar setast fyri vinningi av sølu av eitt nú fiskiskipum, so skulu hesar gerast við broytingum í skattaskipanini og ikki við at leggja fiskiflotan í skeljasorar.
- Um Ejler fyri 50 árum síðani bygdi eini hús fyri dýrar dómar og seldi tey aftur í fjør, so hevði vinningurin verið munandi størri enn við Krúnborg. Men tá hevði eingin latið við seg koma á nakran hátt. Tá so talan er um eitt skip er alt á gosi, sigur Tummas við Sosialin.
Ótryggleikin, sum valdar í føroysku fiskivinnuni við útmeldingunum um, at skip og reiðaríir um 10 ár mugu keypa fiskirættindini á hvørjum ári, og um tilfeingisgjald ger, at útlendskir íleggjarar søkja aðrar leiðir. Og útlendsk bankafólk rysta á høvdinum at ruðulleikanum, ið valdar í Føroyum á fiskivinnuøkinum.

Eingin vil fíggja
Tummas Justinussen dylir ikki fyri, at tær útmeldingar, sum koma frá fiskimálaráðharranum køva allan áhuga og virkisvilja hjá monnum at fáast við fiskivinnu.
Kapitalurin fer har, ið møguleikarnir eru bestir. Og tá karmarnir í føroysku fiskivinnuni eru so óstøðugir og ótryggir, er tað bara náttúrligt, at íleggjarar søkja aðrar leiðir, tí teir eru sjálvandi áhugaðir í at forvinna pening, sigur reiðarin.
Men ikki bara útlendskur kapitalur flýggjar úr vinnuni. Eisini føroyskir reiðarar umhugsa heilt náttúrligt at søkja aðrar vegir og aðrar vinnugreinar. So er politiska ynski kaos, so er hetta rætta leiðin at ganga, sigur Tummas Justinussen.
Eingin skal tó halda, at hann er ímóti allari stýring innan vinnuna. Tí Tummas heldur tað vera í lagi, at vart verður fyri, at útlendski kapitalurin yvirtekur føroysku fiskivinnuna. Heldur ikki metir hann tað vera nakað forgjørt í øðrum avmarkingum í fiskidagaskipanini. Men harfrá og til at gera av, at um 10 ár missa øll skip síni fiskirættindi fyri síðani á hvørjum ári at kappast um at keypa tey aftur, er sum at leggja eina bumbu undir vinnuna.
Tað er í lagi at fylgja ávísum treytum. Sum til dømis at føroyingar skulu eiga 67% av partapeninginum, at tú skal nýta í minsta lagi 80% av fiskidøgunum í einum 5 ára skeiði og at tú skal landa ávísa nøgd um føroyska uppboðssølu. Men við teimum ætlanum, fiskimálaráðharrin leggur fyri dagin nú, eigur føroysk fiskivinna onga framtíð.
Eg skal ikki skava útyvir, at eisini vit tíðum hava forvunnið pengar í vinnuni, men 99% av hesum eru endaðir aftur í vinnuni so ella so. Og hvør banki vil fíggja eina vinnu, sum hevur so ótryggar karmar at virka undir? Við teimum útmeldingum, sum koma frá fiskimálaráðharranum er einki at taka seg aftur í, at Bjørn Kalsø er ein skandala fyri føroyska fiskivinnu, sigur Tummas Justinussen.