Tí er hann í løtuni í ferð við at gera eina kunngerð,s um skal regulera hesi viðurskifti. Men landsstýrismaðurin vísir á, at hann heldur spurningin vera so grundleggjandi, at hann vil hava eina breiða politiska semju fyrst.
– Men ta semjuna hevur landsstýrismaðurin. Hon er skjótt sjey ára gomul. Landsstýrismaðurin skal bara gera sína kunngerð sambært semjuni, so verður friður um málið, tí so fær Kringvarpið ikki rætt til at kappast um lýsingar og sponsoreringar við privatu miðlarnar.
Hetta málið er so innlýsandi greitt. Annaðhvørt fáa privatu miðlarnar frið at kappast um handilslýsingar og sponsoreringar, ella má kringvarpsgjaldið býtast javnt út til allar miðlar. Eyðsýnda loysnin er hin fyrra, sum tryggjar fíggjarliga grundarlagið hjá øllum miðlum.
So fær tú bara gongd Bjørn!