TRÝST á PÍLIN á MYNDINI, og síggj og hoyr fyrra partin av samrøðuna Eyðun Klakstein hevði í sendingini "Hvonn Live" á Rás2, leygarkvøldið 19. januar í 2013 við Bjørn Ihler úr Noregi.
Bjørn Ihler var millum tey, sum yvirlivdu ræðuliga yvirgangsatsóknina, sum Anders Behring Breivik framdi á Utøya uttanfyri Oslo fyri júst fimm árum síðani.
TRÝST á HESA LEINKJUNA : https://www.youtube.com/watch?v=vMVZUBjqhUk
og síggj og hoyr seinna partin av samrøðuni Eyðun Klakstein hevði við Bjørn Ihler á Rás2, leygarkvøldið 19. januar í 2013.
Seinni í dag fer Bjørn Ihler at halda røðu á einum minningarhaldi, sum er í Mannheim í Týsklandi. Hetta skrivar Bjørn Ihler á sínum facebookvanga. Í dag eru liðin júst fimm ár síðani ræðuligu yvirgangsatsóknina.