Bjørn Kalsø er rangstaddur

Óluva í Gong
----
Dúgligani hevur verið kjakast um ískoytisútbúgvingar seinastu dagarnar. Málið tók seg upp, eftir at tað kom fyri dagin, at Mentamálaráðið, við Bjørn Kalsø á odda, hevur goldið fyri ískoytisútbúgving hjá lærarum.

Hetta er sjálvandi lærarunum væl unt og tað er hugaligt at síggja, at hesir hava fingið møguleikan at førleikamenna seg. Eisini er tað hugaligt, at Bjørn Kalsø hóast alt dugir at síggja, at ískoytisútbúgvingar eru til gangs fyri tey starvsfólk, sum fáa hesar. Øll starvsfólk vilja loysa starvsuppgávu sína á besta møguliga hátt. Fyri at hetta skal vera gjørligt, er sera neyðugt, at hesi starvsfólk áhaldandi verða førleikament. Herumframt er vanlig starvsfólkarøkt neyðug.

Bjørn Kalsø vísir í miðlunum á, at Mentamálaráðið er arbeiðsgevari hjá nevndu lærarum, ið nú hava fingið teirra ískoytisútbúgving goldna av Mentamálaráðnum. Herumframt førir Mentamálaráðharrin fram, at ráðið onga heimild hevur at gjalda fyri ískoytis- og eftirútbúgvingar hjá starvsfólki, sum starvast hjá øðrum arbeiðsgevara enn Mentamálaráðnum. Hetta er eitt ordans langskot, har Bjørn Kalsø veruliga langar bóltin, sum varð spældur til hansara og Mentamálaráðið, yvir til kommunurnar.

Øll vita, at Mentamálaráðharrin varar av skúlaøkinum, men Bjørn Kalsø er ikki stjóri fyri skúlarnar í Føroyum. Hetta taka aðrar kvinnur og menn sær av. Tað er hesi góðu fólk, sum stjórna einstøku skúlunum og ikki Bjørn Kalsø. Møguliga metir Bjørn at so er, av tí at hann sitir í mentamálaráðharrasessinum, samstundis sum hann er útbúgvin lærari. Nei, Bjørn Kalsø varar so sanniliga av øllum útbúgvingarøkinum. At Bjørn Kalsø soleiðis snildliga sendir bóltin yvir sum sína vallarhálvu er at kasta ábyrgd frá sær.

Bjørn Kalsø sendir bóltin so langt yvir um sína vallarhálvu, at bólturin eisini fer ein túr framvið Heilsumálaráðnum og Almannamálaráðnum. Tí er sera viðkomandi spurningur, hvat ráðharrarnir í hesum báðum ráðunum siga til málið! Og hvar er útbúgvingarpolitikkurin, sum heild, hjá Landsstýrinum?

At Bjørn Kalsø langar bóltin víðari kann í ringasta føri føra við sær, at starvsfólk ikki vilja arbeiða í fíggjarliga veikaru kommununum, tí at her eru eingi útlit fyri førleikamenning. Tað kann heldur ikki vera rætt, at tað almenna, sum Bjørn Kalsø er partur av, tá tað hóvar honum, bert rindar fyri førleikamenning hjá nøkrum einstøkum starvsfólkum.

Bólturin, sum Bjørn Kalsø soleiðis langaði fram á banan, hevur ikki gjørt annað, enn at sett hann í ógvusliga rangstøðu. Hetta kanst tú gera betur Bjørn!