Bjørn Kalsø langt fremst í Klaksvík

Bjørn Kalsø var greiður toppskorari á løgtingsvalinum í Klaksvík, har Fólkaflokkurin annars var nógv størsti flokkur og helst fær tvær tinglimir úr lokaløkinum.

Bjørn Kalsø úr Sambandsflokkinum hevði eitt kanónval í Klaksvík. Hann fekk 485 atkvøður, og hetta ger hann til greiðan toppskorara í Klaksvík.

Fólkaflokkurin, sum stendur sterkur í Norðoyggjum, hevði framgongd í Klaksvík, og nýggja stjørnuskotið hjá flokkinum er Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttir, sum fekk 253 atkvøður. Frammanfyri hana á listanum var tó tingmaðurin Jákup Mikkelsen, sum fekk 293 atkvøður. Tey standa bæði til at verða vald í løgtingið.

Hini, sum fingu flestar atkvøður í Klaksvík, vóru javnaðarformaðurin Aksel V. Johannesen (196), miðflokkamaðurin Karsten Hansen (189), sjálvstýrismaðurin Jógvan Skorheim (165) og tjóðveldiskvinnan Óluva Klettskarð (146) og javnaðarkvinna Eyðgunn Samuelsen (140).