Bjørn Krog 60 seksti

Í dag fyllir Bjørn Krog í Havn seksti.

Bjørn Krog er dani, ættaður úr Kalundborg. Foreldur hansara vóru bæði lærarar, pápin Alf Krog, var skúlastjóri í Kalundborg.

Fótbóltur hevur altíð fylt nógv í lívinum hjá Bjørn, og var tað eisini bólturin sum fekk hann til Føroya í 1980, tá hann gjørdist venjari hjá VB. Har fann hann unnustuna, sum gjørdist kona hansara, Elsa Maria Holm Olsen.

Hann kom seinni til Havnar og spældi á besta liðnum hjá HB og var við til at vinna meistaraheitið í 1982.

Tey bæði fóru seinni til Danmarkar á lærdan háskúla í Odense, har tey eisini búsettust eina tíð eftir lestur.

Afturkomin til Føroya fekk Bjørn starv sum studentaskúlalærari á Kambsdali, og Elsa Maria gjørdist stjóri á Handilsskúlanum á Kambsdali. Tey búsettust tá í Leirvík.

Seinni fluttu tey til Havnar, har bæði fingu starv sum lærarar í Studentaskúlanum í Hoydølum. Bjørn er nú inspektørur á Glasi, har Elsa Maria er undirvísingarstjóri á gymnasialu deildini.

Bjørn og Elsa Maria eiga einkardótrina Bjørk, sum er gift við Bjørn Kunoy og starvast sum ákæri hjá ákæruvaldinum.

Í Sosialinum í dag er drúgv grein í sambandi við føðingardagin hjá Bjørn Krog, sum verfaðir hansara, Jákup Olsen, hevur skrivað.