Bjørn Lomborg í Norðurlandahúsinum

Navnframi samfelagsfrøðingurin, Bjørn Lomborg, fer í dag, fríggjadagin, klokkan 14 at halda áhugaverdan fyrilestur um orku og umhvørvið í Norðurlandahúsinum

Umstríddi danin, Bjørn Lomborg, fer í dag, fríggjadagin, klokkan 14 at halda fyrilestur í Norðurlandahúsinum um orku- og umhvørvisspurningar. Landsstýrismaðurin í orkumálum Bjarni Djurholm hevur boðið navnframa dananum til Føroya í samband við, at landsstýrið arbeiðir við at orða ein yvirskipaðan orkupolitikk fyri Føroyar.
Eitt panel við fýra føroyskum luttakarum, sum umboða áhugamál innan umhvørvi, orku, samfelags- og búskaparfrøði fara at seta Bjørn Lomborg spurningar eftir fyrilesturin. Fyrilesturin í Norðurlandahúsinum er ókeypis og opin fyri almenninginum.