Bjørn og Helga í góðum práti um felags mál

- Vit hava tosað um, hvussu vit í felag kunnu hjálpast at, soleiðis at óskipaður fiskiskapur kann fáa ein enda, sigur Bjørn Kalsø, landsstýrismaður í fiskivinnumálum

Vitjan

Norski fiskimálaráðharrin, Helga Pedersen, hevur verið á almennari vitjan í Føroyum.
- Vit hava fundast í tveimum umførum. Í fyrsta umfari tosaðu vit um fiskavirkisvinnuna á landi. Helga kemur úr Finnmørkini, og vinnan har og vinnan í Føroyum eru ikki ólíkar. Tað er eingin loyna, at fiskavirkisvinnan hevur stóran týdning fyri útjaðaran og tískil bæði fyri Finnmørkina og okkum her í Føroyum.
Bjørn vísir á, at røddir eru frammi um, at fiskavirkisvinnan fer at doyggja burtur í okkara parti av heiminum um nøkur ár, og at tað verða láglønarlondini, sum fara at yvirtaka hesa vinnu.
- Vit vóru tó samd um, at vit eisini hava nakrar fyrimunir í hesum sambandi, og at kostnaðarstøðið í láglønarlondunum, eitt nú í Kina, veksur, soleiðis at kappingarfyrimunirnir minka. Aðrir fyrimunir, sum vit hava her um okkara leiðir, eru, at vit eru nærri rávøruni og marknaðinum. Eitt nú kunnu vit útflyta feska rávøru á evropeiska marknaðin, sum fjarskotnu láglønarlondini ikki kunnu.
Bjørn sigur, at tey bæði eisini hava viðgjørt millumlandasamstarv og samstarvið, sum hevur verið millum Føroyar og Noreg í skjótt 30 ár.
- Vit eru fegin um nýggja partin í avtaluni millum londini um atgongd at fiska svartkjaft og makrel hjá hvørjum øðrum. Hetta er nakað, vit hava stríðst við at fingið upp í avtaluna millum londini í fleiri ár.
Bjørn sigur, at partarnir eisini havav tosað um óskipaða toskafiskiskapin í Barentshavinum og óskipaða fiskiskapin eftir kongafiski í Irmingarhavinum.
- Vit hava tosað um, hvussu vit í felag kunnu hjálpast at, soleiðis at hesin óskipaði fiskiskapur kann fáa ein enda.
Hann sigur, at ymiskir møguleikar hava verið nevndir.
- Ein er, at hesi skip ikki sleppa í havnir at bunkra olju og taka útgerð, og eitt annað er, at eingin keypir fiskin, tey føra til lands. Eisini hava vit tosað um, hvussu fiskiveiðieftirlitið kann skipast betur í hesum sambandi.
Bjørn sigur, at tosað eisini hevur verið um tey fiskasløg, sum strandalondini royna at samstarva um, eitt nú um svartkjaft, sild og lodnu.
- Vit í Føroyum harmast um, at eingin avtala er um norðhavssildina, nú norðmenn fyribils hava tikið seg burtur úr samstarvinum millum strandalondini, tí Noreg er ónøgt við, at landið ikki fær ein størri lut í stovninum.
Landsstýrismaðurin sigur, at Føroyar ynskja, at samstarv er um norðhavssildina, tí vit vilja helst ikki síggja, at positiva gongdin, har sildin er við at taka gamla ferðamynstrið uppaftur, heldur uppat av ovveiði.
- Tað hevur stóran týdning fyri okkum, at norðhavssildin aftur kemur í føroyskan og íslendskan sjógv, soleiðis sum gongdin seinastu árini hevur víst seg at vera. Vit vilja helst ikki, at fiskiskapurin eftir norðhavssild fer í sama sporið, sum svartkjafturin var í, áðrenn strandalondini endiliga samdust um kvotu og býtið, sigur Bjørn Kalsø, landsstýrismaður í fiskivinnumálum.