Bjargaði Buckingham Palace undan at verða bumbað

Enski flogskiparin, sum rendi á eitt týskt flogfar, ið var á veg ímóti Buckingham Palace, er deyður.
Hetja
Tann 15. september í 1940 varnaðist RAF-flogskiparin Ray Holmes, at eitt týskt bumbuflogfar av Dornier-slagnum var á veg ímóti ensku kongsborgini Buckingham Palace. Hurricane-flogfarið hjá Holmes hevði einki lóður eftir, so hann fekk ikki skotið týska flogfarið niður. Ístaðin fyri valdi hann at renna á velið á týska flogfarinum, so tað datt niður. Harvið hevði hann bjargað kongsborgini.
Flogfarið hjá Ray Holmes fekk so stóran skaða av samanstoytinum, at tað datt eisini niður. Við 650 kilometra ferð nærkaðist tað jørðini, men tað eydnaðist Ray Holmes at leypa út í fallskíggja, og haðani sá hann flogfar sítt bresta niður í gøtuna Buckingham Palace Road.
Ray Holmes helt fram sum flogskipari hjá Royal Air Force, og tá kríggið endaði, fór hann at arbeiða sum tíðindamaður. Í fjør varð flogfar hansara grivið uppaftur úr Buckingham Palace Road í sambandi við ein film um dirvi hansara.
Tey seinastu árini hevur Ray Holmes verið sjúkur av krabbameini, og fyrradagin doyði hann. Hann var 90 ára gamal.