Norski kommandørurin Haakon Dahlstrøm hevur havt ein lyklaleiklut í tónleikaliga virkseminum hjá hópin av samkomum í Frelsunarherinum. Í nýggju ævisøguni um Dahlstrøm, Jeg er ingen blomst, verður millum annað greitt frá, tá norski kommandørurin í 1937 varð sendur til Føroya at bjarga hornorkestrinum hjá Frelsunarherinum, sum var um at detta niðurfyri.
Byrjan til útimøtini
Í bókin greiðir høvundurin Emil Skartveit, frá, hvussu ein ósemja um gjald av ljóðførum var orsøkin til, at hornorkestrið hjá frelsunarherinum í Havn varð dottið niðurfyri. Tískil varð Dahlstrøm boðsendur, og onkursvegna eydnaðist tað honum at fáa lív aftur í orkestrið.
Í eitt ár stjórnar Dahlstrøm sjálvur orkestrinum, og gevur hann luttakararnum tvær hondskrivaðar nótabøkur, tær sokallaðu Færøyjournalirnar. Tónleikastykkini verða spæld so ofta, at luttakararnir til endan duga tey uttanat.
Dahlstrøm hevði nevniliga eisini aðrar ætlanir við vitjanini. Hann hevði sett sær fyri at skipa fyri útimøtum á hvørjum gøtuhorni í Føroyum hvørt fríggjakvøld, uttan mun til, hvussu veðrið var.
Ætlanin hjá norska kommandørinum eydnaðist betri enn væntað, og tískil var hansara uppgáva loyst. Eftir eitt ár í Føroyum fór Haakon Dahlstrøm víðari á síni lívsferð, ið verður lýst í ævisøguni Jeg er ingen blomst – En rejse gjennom kommandør Haakon Dahlstrøms liv.