Bjargaði tveimum brotsspørkum

Finski málmaðurin Jussi Jaaskelainen var høvuðspersónurin, tá ið enska felagið Bolton í gjár vann 1-0 ímóti Blackburn. Ivan Campo skoraði málið hjá Bolton, men tað var ikki minst Jaaskelainen, sum syrgdi fyri sigrinum. Í móti endanum av dystinum fekk Blackburn tvey brotsspørk innanfyri tríggjar minuttir, og báðu ferðirnar bjargaði Jaaskelainen. Fyrst royndi Benni McCarthey seg og síðani Jason Roberts, men tað segði tað sama – finski málmaðurin bjargaði.