Bjarga mannalívum við hjálp úr Føroyum

Ein partur av hjálpini er ein serlig ávaringarskipan

Malavi er eitt av heimsins fátækastu og minst framkomnu londum – eitt nú hava einans 11 prosent av íbúgvunum streym. Malavi er eisini á hvørjum ári fyri ógvusligum náttúruvanlukkum, har bæði turkur, tropiskar ódnir og vatnflóð, javnan leggur partar av landinum mestsum í oyði.  

 

Tískil hevur Reyði Krossur í  Føroyum stuðlað Reyða Kross í Malavi. Ein verkætlan, sum Reyði Krossur í Føroyum stuðlar, er ein Forecast-based Action skipan, vanliga nevnd FbA. Hetta er ein ávaringaskipan, ið ávarar fólk á fartelefon, tá ið vandi er furi at ein náttúruvanlukka fer at raka tey.

 

Í fjør sendi Reyði Krossur eisini Sannu Nolsøe Djurhuus úr Føroyum til Malavi at arbeiða við hesi ávaringaskipan. Sanna hevur nú verið í Malavi í eitt ár, nógv hava fingið sær hesa skipanina, sum hevur bjargað nógvum mannalívum.

 

– Í einum landi, har einans 11 prosent av íbúgvum hava streym, er tað ómetaliga ringt at røkka teimum, sum búgva í vandaøkjum kring landi, sigur Reyði Krossur í tíðindaskrivi í dag. Og undir arbeiðnum við FbA løgdu tey til merkis til, at tað er torført at fáa kunning frá teimum ymsu økinum til støðini har hjálp er at fáa.

 

Tí hevur Reyði Krossur í Malavi ment eina elektroniska skipan, har tað er skjótt hjá sjálvbodnum í lokaløkjunum at senda boð eftir hjálp, skuldi ein neyðstøða tikið seg upp. 

 

Hendan elektroniska skipanin fær nú stuðul úr Føroyum. Í samstarvi við Landsstýrið letur Reyði Krossur 750.000 krónur til arbeiðið við hesi skipan, ið kallast Electronic Contingency Planning.

 

Við fíggingini úr Føroyum fær Reyði Krossur í Malavi víðariment skipanina, soleiðis, at hon er lagað til økini, ið skulu brúka hana, umframt at tey fáa undirvíst sjálvbodnum í at brúka skipanina. Harumframt verður eisini arbeitt við at styrkja álitið á skipanina - og á veðurfrøði yvirhøvur, sum annars er eitt ókent fyribrigdi, tí nógvar malavar hava aldrin hoyrt eina veðurforsøgn.

 

Annars verður ein frásøgn úr Malavi at hoyra, tá ið Reyði Krossur hevur opið hús leygardagin á miðdegi í Stiðjagøtu í Havn.