Brim
Sumba: Mánadagin var sjáldsama ringt veður um alt landið, ikki minst, tá ið hugsað verður um, at álmanakkin fortelur okkum, at nú er hásummar.
Eisini sumbingar vórðu tiknir fullkomiliga á bóli og har var brimið so nógv, sum ongin kennir til hesa árstíðina, tí tað var sum ringasta vetrarbrim
Sum flest aðrastaðni hava nógvir sumbingar drigið sær bátin oman, nú tað sumrar og nú brimið brast á, stóðu níggju bátar á dráttinum í Pollinum, sum lendingin har nevnist.
Tí máttu menn av húsum mánakvøldið at royna at bjarga bátunum, so at teir ikki allir skuldi farast í briminum.
Tað eydnaðist eisini at bjarga bátunum, men tað var í evstu løtu, tí brimið bara versnaði og bara eitt korter aftaná at seinasti báturin var drigin niðan frá, var brimið so nógv, at ongin hevði staðið. Sumbingar siga, at brimið var so nógv, at hóast teir drógu bátarnar heilt niðan undir vegin, kom brimið kortini næstan niðan á teir.
Sumbingar eru eisini í ferð við at stoypa bakkaverju, men eisini tað arbeiðið var fyri bakkasti av briminum.
Teir høvdu fylt formarnar mánamorgunin og brimið fór ikki við formunum, tí tað leikaði ikki heilt so hart á akkurat har, sum tað gjørdi í Pollinum. Men alt var fylt upp aftanfyri formarnar og okkurt var brotnað kortini. Alt, teir høvdu grivið út fyri bakkaverjuni víðari fram, fyltist eisini og má gravast útaftur av nýggjum, talan er um eina 100 metrar siga sumbingar, so teir noyðast at gera nógv arbeiði umaftur