Amerikanskir og afghanskir hermenn bjargaðu tíðliga í morgun einum amerikonskum lækna, sum varð burturfluttur har eysturi í Afghanistan tann 5. desember. Amerikanararnir siga, at tað var Taliban, sum burturflutti læknan, og at sjey talibanar doyðu, tá hermenninir lupu á burturflytararnar í morgun.
Ein amerikanskur talsmaður sigur við tíðindastovuna AFP, at herleiðslan gjørdi av at bjarga Dilip Joseph, tí heruriun hevði fingið frænir av, at burturflytararnir ætlaðu at gera av við hann.
Amerikanski generalurin John Allen, sum er ovasti fyri NATO.-herdeildunum í Afghanistan, sigur við tíðindastovuna, at hann er stoltur av teimum amerikonsku og afghonsku hermonnunum, sum fríaðu Dilip Joseph.
-Tað er teimum fyri at takka, at læknin kann sleppa aftur til síni kærum, sigur John Allen.