Bjargað upp úr 15 metra djúpum brunni í Thailandi

- Gentan er útlúgvað, men er annars væl fyri, sigur løgregluleiðarin í økinum, Ratsaran Ketsoising.

Eitt 19 mánaðar gamalt gentubarn hevur tað gott, eftir at barnið er bjargað upp úr einum djúpum brunni í Thailandi.

 

Útlendskir tíðindamiðlar vita at siga, at hendingin fór fram seinnapartin í gjár, og bjargingararbeiðið fór fram alla síðstu nátt. 

 

Gentan datt niður í ein 15 metra djúpan brunn, sum hevur eitt tvørmát á 30 sentimetrar. 

 

Hendingin fór fram í landslutinum, Tak, sum liggur nær markinum til Myanmar.

 

- Hon er útlúgvað, men er annars væl fyri, sigur løgregluleiðarin í økinum, Ratsaran Ketsoising.

 

Í morgun varð gentan, sum eftir øllum at døma hevur verið sera heppin, løgd inn á sjúkrahús til heilsukanningar.

 

Tað er eitt nú norska Dagbladet, sum skrivar um hendingina.