? Tað er einki at ivast í, at teir báðir menninir, sum hósdagin lupu á bláman at bjarga smádreinginum, sum dottin var á sjógv úti á Argjum, bjargaðu lívið hjá honum.
Hetta sigur brandmeistarin í Havn, Peter Seloy, sum fegin rósar monnunum fyri dirvi, teir sýndu.
? Ikki minst tað, at teir settu egna lív í vága, sigur hann.
Peter Seloy sigur, at hetta er eitt gott dømi um, at fólk bera seg púra rætt at, tá vanlukka hendir.
? Hetta er eins og við fyrstuhjálp. Tá er sera umráðandi, at fólk duga at geva hjartamassasju - men munurin í hesum føri er kortini tann, at menninir settu egna lív í vága - tað gert tú ikki, tá tú gevur hjartamasasju, leggur Petur Seloy dent á.
Tað sum kortini vakti undran millum manna á Argjum hendan dagin var, at eingin bjargingarbátur er til taks við sjóvarmálan í Tórshavnar kommunum. Brandstøðin hevur ein væl egnaðan bát til endamálið, men hann stendur á einum vogni upp á Brandstøðini, sum liggur oman fyri býin - í gamla grótbrotinum uppi á Varða.
? Sjálvandi eiga vit at hava ein bát tøkan á Brandstøðini, sum vit altíð kunnu taka við okkum, tí tað er ikki altíð, at vanlukkurnar henda á Havnarvág, sigur Petur Seloy, sum vísir á, at teir eisini rykkja út til vanlukkur aðrastaðni í landinum.
? Men harfyri er tað sjálvsagt, at vit áttu at havt ein bát tøkn við sjóvarmálan - so vit altíð kunnu koma avstað í eini handavend, sigur hann.
Petur Seloy sigur, at hetta er ein trupulleiki.
? Fyri mína tíð hevði sløkkiliðið høli í Vágsbátni, har báturin stóð - men so varð báturin húsvillur. Tað besta var sjálvandi, at vit umframt hendan bátin høvdu ein skjóttgangandi bát liggjandi kláran, sigur Petur Seloy.
Sosialurin ætlaði at fáa eina viðmerking frá býráðnum til endamálið, men hvørki Leivur Hansen, borgarstjóri, Tórfinn Smith, formaður í havnarnevndini ella Marius Müller, tekniskur stjóri, vóru at hitta. Vit venda aftur til málið í næstu viku.