Saman við Vága bjargingarfelag hevur Vága kommuna arbeitt við at skapa betri karmar fyri virkseminum hjá bjargingarfelagnum.
- Hetta er gjørt við at bøta um umstøðurnar og atkomuna hjá manningini til Sverra. Ofta skal berast skjótt at, tá útkall eru, og tá skulu umstøðurnar verða góðar og tryggar hjá manningini.
Tað sigur Jóanis Albert Nielsen, formaður í vinnu- og havnanevndini.
- Við at leggja eina flotbrúgv við landgongd verður tað lættari, tá farið verður umborð í bjargingarbátin. Tí fóru vit undir hetta arbeiðið, sigur hann.
Á heimasíðuni hjá Vága kommunu verður sagt, at stórur eftirspurningur er eftir bátaplássi í bátahylinum í Miðvági.
Hesar seinastu vikurnar hava fólk frá kommununi og hjá Magn flutt oljutangan og brúnna og ta útgerðina, sum Magn hevur í Miðvági, yvir til, har Sverri liggur, soleiðis at Sverri nú hevur fingið sín egna bás.
Í Vága kommunu leggja tey aftrat, at flytingin av flotbrúgv og útgerð annars hevur við sær, at nú verður kannað, um tað er møguligt at fáa nøkur bátapláss aftrat í bátahylinum í Miðvági.