Í dag handaði Betri stuðulsgrunnurin eina stóra peningagávu til bjargingarfeløgini kring landið. Peningagávan var 1 millión krónur og varð latin, tí Betri stuðulsgrunnurin virðismetir stóra sjálvbodna arbeiðið, sum bjargingarfeløgini í landinum gera.
Umboð fyri øll níggju bjargingarfeløgini vóru til staðar, tá peningagávan varð latin í hølunum hjá Betri á Kongabrúnni í Havn.
Regin Jespersen er formaður í Landsfelagnum hjá Bjargingarfeløgunum, og hann tók ímóti kekkinum.
- Tað er ein stór gleði og ein stórur heiður at taka ímoti hesum kekkinum. Vit skulu seta okkum saman í nevndini og finna út av, hvat vit skulu brúka hesar pengarnar til. Takk fyri stuðulin, Betri Trygging. Vit skulu nokk stuðla tykkum eisini, so gott sum vit kunnu, segði Regin Jespersen.
Ingunn Eiriksdóttir, forstjóri í Betri Trygging, vísti á, hvussu stóran týdning bjargingarfeløgini hava í Føroyum.
- Tit hava heilt sikkurt nógvar tímar úti á ávísum bjargingarátøkum, og mann kann siga, at tá onnur ikki strekkja til, tá strekkja tit til - og í øllum veðri eisini. Tit eru altíð til reiðar, tá tørvur er á hjálp. Eg haldi, eg kann gita meg til, hvat størsta lønin er. Tað má vera heiðurin at bjarga øðrum menniskjum. Til hvørt bjargingarátak fylgir ein søga við eisini. Tit hava heilt vist onkrar hendingar, sum tit minnast serliga væl, segði Ingunn Eiriksdóttir millum annað, áðrenn peningagávan varð handað.
Tey níggju bjargingarfeløgini í Føroyum eru:
Norðoya Bjargingarfelag
Suðuroyar Norðara Bjargingarfelag
Suðuroyar Sunnara Bjargingarfelag
Kollafjarðar Bjargingarfelag
Havnar Bjargingarfelag
Vága Bjargingarfelag
Eiðis Bjargingarfelag
Nólsoyar Bjargingarfelag
Bjargingarfelag Sandoyar Sýslu