Bjargingarskip og løgregla eltu Watson

Tjaldrið, Brimil og Rib bátur hava siglt aftaná John Paul DeJoria í dag

Skipið John Paul DeJoria, sum er knýtt at felagsskapi hjá Paul Watson, sigldi í dag inn um 12 fjórðinga markið. Orsøkin var, at grind varð merkt í Sandavági.

 

Skipið hevur fingið forboð fyri at koma inn um 12 fjórðingar, men hevur nú brotið forboðið fyri triðju ferð.

 

Nú hevur Paul Watson lagt myndir út, har Tjaldrið og Brimil elta John Paul DeJoria. Eisini hevur skjóttgangandi Rib bátur við 14 fólkum umborð – nøkur teirra løgreglufólk – verið í hølunum á John Paul DeJoria. Men enn eru eingir myndugleikar farnir umborð á John Paul DeJoria.

 

Líkt er til, at John Paul DeJoria er á veg út úr føroyskum sjóøki aftur.

 

##med2##