Samgongan hevur nú boðað frá, at frá at annað av skipunum hjá Vaktar og Bjargingartænastuni verður lagt fyri at spara penng.
Sostatt verður bara eitt skip tøkt til bjarging við Føroyar komandi ár.
Og nú vil Hendrik Old, tingmaður, hava at vita frá Jákup Mikkelsen, landsstýrismanni í fiskivinnumálum, hvussu hann ætlar at tryggja, eina forsvarliga bjargingarætlan á føroyskum sjóøkið við einum bjargingarskipi.
Hann vil eisini hava at vita, hvat ætlanin er at gera, tá ið hetta eina skipið ikki er tøkt.
Og at enda vil Hendrik Old hava at vita, um landsstýrismaðurin ætlar at samráðast við danskar myndugleikar, um at tryggja at teirra vaktarskip er tøkt undir Føroyum alt árið?
Hendrik Old vísir á, at føroyska sjóøkið er víðført
- Tí kann vera langt ímillum, um hetta eina skipið er í holt við ávísar uppgávur á einum stað, og um brúk verður fyri hjálp á øðrum stað.
Eisini eigur at verða mint á tann stóra flota av smærri útróðrarbátum sum eru á Norðhavinum í vártíðini.
Tá hevur annað vaktarskipið vanliga verið í økinum.
- Avgerðin um einans at hava eitt bjargingarskip á øllum hesum stóra sjóøkið, má byggja á manglandi vitan og royndir, heldur løgtingsmaðurin.
- Hettar má skjótast møguligt fáast í eina fasta og trygga avtalu, leggur Hendrik Old afturat.
Hann heldur, at landsstýrismaðurin eigur somuleiðis at upplýsa fyri teimum londum fiska undir Føroyar, og skipum sum annars sigla gjøgnum Føroyskt sjóøki, at Føroyar verri enn so hava eina nøktandi bjargingartænastu.