Bjargingin bíðar á Svangaskarði

Sigur í uppgerðini millum uppflytararnar frá í fjør ber við sær atgongumerki næsta ár at spæla í fremstu røð

Uppflytararnir frá í fjør hittast seinnapartin á Svangaskarði. Felags fyri 07 Vestur og B68 er, at liðini sunnudagin taptu tepurt – 07 Vestur ímóti Víkingi og B68 ímóti NSÍ.

 

07 Vestur hevur 22 stig og er mest sum komið undan hóttanini av niðurflyting. B68 hevur 19 stig, og tað skal vilja illa til, um toftamenn fara at flyta niður. Men um ÍF megnar at vinna fulla úrtøku í Trongisvági seinnapartin, so fer tað aftur at brenna undir B68, tí tá verður fjarstøðan bara trý stig.

 

Síðani 1-1 dystin í Sørvági hevur B68 tapt ímóti KÍ, Víkingi og NSÍ, og 07 Vestur hevur tapt ímóti KÍ og Víkingi og spælt javnt ímóti B36.

 

Um tað eydnast toftamonnum at vinna ímóti 07 Vestur eiga teir eftir øllum at døma eisini pláss í bestu deildini í 2022.

 

Esmar P. Clementsen, sum framvegis er í Danmark í´útbúgvingarørindum, er komin heim at spæla ímóti 07 Vestur. Tað undirstrikar týdningingin, sum Øssur Hansen og hansara menn leggja í júst henda dystin. Petur í Túni Petersen og Helgi Johannesen eru skaddir.

 

Hjá 07 Vestur er miðverjin Dann Fróðason tøkur aftur eftir leikbann, Teitur Olsen er framvegis so mikið skaðadarvaður, at tað er ivasamt, um hann verður førur fyri at spæla, og Zoran Vujovic og Asbjørn Heðinsson eru framvegis skaddir.