Ferðsluviðurskifti
370 leirvíkingar skrivaðu undir borgarakravið um, at ferðsluviðurskftini í Leirvík verða loyst, áðrenn Norðoyatunnilin letur upp. Hetta svarar til 75% av teimum, sum seinast vóru á vali í Leirvík.
Mánadagin handaðu teir báðir, sum tóku stig til at savna undirskriftirnar, Filip Hansen og Sørin Lisberg, skrivið saman við undirskriftunum til formannin í Leirvíkar kommunu, Sjúrð Eliasen og landsstýrismannin í vinnumálum, Bjarna Djurholm.
Tá ið Sjúrður Eliasen tók ímóti undirskriftunum, segði hann, at Leirvíkar bygdarráð fer at taka skrivið til eftirtektar og viðgera tað á fundi. Bygdarráðið fer eisini at taka støðu til, hvørji stig skulu takast.
Bjarni kommenteraði
Seinni hendan dagin, sum skrivið varð handað Leirvíkar kommunu, handaðu Filip og Sørin eisini landsstýrismanninum í vinnumálum, Bjarna Djurholm, skrivið saman við undirskriftum.
- Bjarni vildi líkasum kommentera málið beinanvegin. Skiltu vit hann rætt, segði hann, at skal loysnin uppá ferðsluviðurskiftini í Leirvík framskundast, fáa leirvíkingar ikki tunnil, men ein veg í staðin.
Filip vísir á, at Bjarni minti á løgtingssamtyktina um tunnil og segði, at ein milj. krónur verða settar av til forkanningar ár 2005.
- Bjarni segði eisini, at verða ferðsluviðurskiftini í Leirvík loyst við einum vegi heldur enn tunli, kann arbeiði fara í gongd næstan beinanvegin.
Hann heldur, at hesi úttalilsi kunnu tykjast mótsigandi.
- Tað, sum leirvíkingar í fyrsta lagi vilja, er, at skjøtil verður settur á, soleiðis at fólk síggja, at ein loysn stundar til.
Filip heldur, at er peningur tøkur at byggja ein veg fyri beinanvegin, er torført at skilja, hví leirvíkingar skulu bíða heilt til ár 2005, áðrenn ein milj. krónur kunnu nýtast til forkanningar til tunnil.
- Hetta fáa vit ikki rættiliga at hanga saman, leggur hann dent á.
Ætlanin óneyv
Filip sigur, at leirvíkingar vildu ógvuliga fegnir, at ein partur av tí peningi, sum sambært Bjarna Djurholm kann útvegast til vegagerð, verður brúktur beinanvegin til tunnilsætlanina, soleiðis at fólk kunnu liva í vissuni um, at bøttu ferðsluviðurskiftini ikki liggja alt ov langt frammi.
- Vit halda, at tíðarætlanin við tunlinum, soleiðis sum landið liggur, er ógvuliga óneyv, og tí kenna fólk seg heldur ikki trygg við viðurskiftini.
Filip vísir á, at eitt er samtyktin um hasa einu miljónina.
- Men ein slík samtykt kann jú altíð broytast við eini nýggjari samtykt.
Hann leggur dent á, at leirvíkingar als ikki skilja, hví bíðast
skal so leingi eftir forkanningunum.
- Høvdu týðilig tekin verið um, at myndugleikarnir ætla at loysa tey viðurskifti, sum verða, tá ið Norðatunnilin letur upp, høvdu vit verið tryggari við umstøðurnar.
Fólk eru glað
Filip heldur annars, at fólk sum heild eru ógvuliga glað, nú ljós er varpað hetta mál.
- Eg haldi, at viðurskiftini hjá okkum her í Leirvík hava verið alt, alt ov lítið frammi við atliti til Norðoyatunnilin og ta øgiligu ferðslu, sum verður gjøgnum Leirvíksbygd, tá ið tunnilin letur upp, sigur Filip Hansen at enda.