Nevndarval
Í samrøðu við undirritaða um middagsleitið mikudagin, segði Bjarni Djurholm, landsstýrismaður, at hann fór ikki at almannakunngera sítt val av nýggju nevndini fyri Framtaksgrunn Føroya fyrr enn fríggjadagin, 1. apríl. Hann legði aftrat, at hann heldur ikki fór at kunna løgmann, Jóannes Eidesgaard, um avgerðina fyrr enn beint fyri "dead-line", sum hann tók til.
- Men eg havi tikið mína avgerð, segði hann.
Sambært skipanini hjá grunninum, skal avvarðandi landsstýrismaður velja nýggja nevnd fyri Framtaksgrunn Føroya fyri 1. apríl, sum var í gjár.
Helt ikki orð
Hóast landsstýrismaðurin mikudagin bedýraði yvirfyri undirritaða, at hann fór ikki at kunngera nevndarvalið fyrr enn fríggjadagin, kundi hann kortini í Útvarpi Føroya hósdagin boða frá síni avgerð um, at verandi nevnd í Framtaksgrunninum verður sitandi.
So, her helt Bjarni Djurholm, landsstýrismaður, ikki orð.
Í nevndini í Framtaksgrunni Føroya sita: Dagmar S. Joensen, formaður, Árni M. Dam, Sjúrður Horsdal, Eydna Justinussen og Hans Andrias Joensen.
Skipanin er hon, at landsstýrismaðurin velir fýra nevndarlimir, og sitandi nevndarlimir velja so fimta limin.
Nevndin skipar seg sjálv.